Home Fólk og Samfelag Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur

Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur

by Lagt út ÓML

Umfatandi nýskipanir eru neyðugar fyri at tryggja, at almennu útreiðslurnar ikki skulu vaksa frá almennu inntøkunum vegna vaksandi talið av eldri fólki. Fíggjarpolitiski haldførisávísin á -9% av BTÚ avdúkar, at førdi fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur og at núlivandi ættarlið leggja ófíggjaðar rokningar eftir sær til komandi ættarlið. Áleið 2 milliardir fara at tátta í árliga, um eingi átøk vera gjørd.   

Meginparturin av okkara vælferðarsamfelagi er fíggjað av skattum og gjøldum, sum fólk í arbeiðsførum aldri gjalda, meðan eldri fólk, sum eru farin á pensjón, fáa fólkapensjón, eldrarøkt og heilsutænastur. Livialdurin økist og í framtíðini verður ikki sama lutfall millum talið av forsyrgjarum og teimum, ið skulu forsyrgjast. Gongdin í fólkatalinum fer serliga at økja um almennu útreiðslurnar til eldrarøkt. Almennu inntøkurnar fara ikki at halda tørn í mun til almennu útreiðslurnar í framtíðini, um verandi vælferðarsamfelag skal varðveitast.  

Síðani pensjónsskipanin varð yvirtikin í 1988, er miðal livitíðin hjá pensjónistum økt við 4 árum og er í dag 19 ár uttan at pensjónsaldurin er øktur tilsvarandi. Neyðugt er at finna eina javnvág, har væntaða økingin í livialdrinum ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men at ein alsamt størri partur fer til virkin ár á arbeiðsmarknaðinum. 

Myndilin, ið er nýttur til at rokna haldførisávísan, tekur støði í vælferðartænastunum, veitingunum og almennu inntøkunum, sum eru í dag, og framroknar almennu útreiðslurnar og inntøkurnar eftir, hvussu fólkatalið broytist. Neyva talið á haldførisávísanum kann broytast alt eftir fortreytunum og tískil skal tað nýtast við varsemi, men niðurstøðan er eintýdd. Førdi fíggjarpolitikkurin er ikki haldførur og alneyðugt er at seta í verk nýskipanir og átøk, ið fremja haldføri í fíggjarpolitikkinum.  

Búskaparráðið mælir til, at:

Hækka pensjónsaldurin

Politiska skipanin eigur at fremja samhaldsfesti millum ættarlið við at hækka pensjónsaldurin, so øktur livialdur ikki einans fer til fleiri ár á pensjón, men at ein partur fer til virkin ár á arbeiðsmarknaðinum.

Effektivisera eldraøkið 

Politiska skipanin eigur at rationalisera og effektivisera raksturin hjá almenna geiranum, serliga á eldraøkinum, so vøksturin í samlaðu útreiðslunum til eldrarøkt fyri hvønn pensjónist fellur.

Smíða eitt fíggjarpolitiskt regluverk

Politiska skipanin eigur at seta í verk eitt fíggjarpolitiskt regluverk fyri land og kommunur við tí endamáli at tálma almenna útreiðsluvøkstrinum.

Minka um fráflyting

Politiska skipanin eigur at fremja átøk, ið virkar fyri at økja um tilflytingina og minka um fráflytingina úr Føroyum, serliga av ungum fólki. 

You may also like