Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Fiskamarknaður Føroya – METING FYRI VIKU 29, 2024

Fiskamarknaður Føroya – METING FYRI VIKU 29, 2024

by Lagt út ÓML

Her er samandráttur frá Fiskmarkanður Føroya frá 12 juli 2024

Línuskip. Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.  Fýra frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er við Grønland,  eitt er á á Flemish Kap og eitt siglur heim av Flemish Kap. Trý liggja við bryggju. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.  

Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður. Fleiri fiska á Føroya Banka, fleiri við snellu og aðrir við línu.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar tosk á Íslandsrygginum  og tveir ísfiskatrolarir og ein frystitrolari eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Smáligt fiskarí eftir svartkalva.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk og eitt par fiskar tosk á Íslandsrygginum. Tvey pør fiska gulllaks. Fiskaríið eftir upsa hevur verði brúkiligt. Tey flestu landa í vikuni.

Trolbátar: Tríggir eru norðanfyri og fiska mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Ein er á landleiðini. Hann fiskar mest flatfisk og tosk. Fiskaríið er brúkiligt. Allir landa í vikuni.

Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Smáligt fiskarí.  Øll landa vantandi í vikuni.

You may also like

Leave a Comment