Løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur í dag, eftir tilmæli frá setanarbólkinum, sett Bjørgfríð Ludvig í starv sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
Starvið var lýst leyst í september, og sjey umsóknir vóru til starvið.
Bjørgfríð Ludvig er 57 ára gomul, útbúgving cand.scient.adm, umframt at hon er í gongd við eina master í leiðslu og skipan frá Setrinum. Hon hevur sera drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum (2012-2016), og kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu (2016-2023). Síðani 1. Januar 2024 hevur hon verið fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Bjørgfríð Ludvig tekur við starvinum beinanvegin.
Stutt um aðalstjórastarvið
Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum í avvarðandi ráði og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av ráðnum. Setanartreytirnar hjá øllum nýsettum aðalstjórum eru endurskoðaðar. Nýggju setanartreytirnar innibera eitt nú, at aðalstjórasetanin er áramálasett til sjey ár. Harafturat eru nýsettu aðalstjórarnir ikki tænastumannasettir, men settir eftir vanligum stjórasáttmála.
Kelda & mynd: tinganes.fo 25 okt.2024