42
NORÐURLANDARÁÐIÐ: Løgmaður luttekur á árliga ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum. Fundurin verður hesa ferð hildin í Reykjavík í døgunum 28. til 30. oktober.
Ársfundurin í Norðurlandaráðnum verður hildin fyri 76. ferð. Høvuðsevnið á ársfundinum hesa ferð er “friður og trygd í Arktis”.
Dagføring av Helsingsforsavtaluni
Eitt, sum er sermerkt fyri ársfundin í ár er, at eitt uppskot at dagføra Helsingforavtaluna fyriliggur. Ein møgulig dagføring fer at styrkja luttøkuna hjá Føroyum, Grønland og Álandi i norðurlendska samstarvinum, og verður eitt týðandi stig móti arbeiðinum at tryggja Føroyar sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum.
Fylg við her
Ársfundurin verður settur týsmorgunin 29. oktober og, løgmaður heldur røðu týsdagin seinnapart.
Til ber at fylgja við ársfundinum beinleiðis her.
Kelda & mynd: tinganes.fo okt. 2024