Home Tíðindir Býráðið samtykt at byggja nýggjan frítíðarskúla í Kollafirði

Býráðið samtykt at byggja nýggjan frítíðarskúla í Kollafirði

by Lagt út ÓML

Hósdagin 24. oktober samtykti býráðið at játta samlaðu fíggingina av byggingini av nýggja frítíðarskúlanum í Kollafirði. Í gjár var sjøtul settur á hetta arbeiðið, tá gamla vatnverkið varð tikið niður.

Frítíðarskúlin skal hýsa upp til 60 frítíðarskúlabørnum frá 0.-3. flokk og til frítíðar- og ungdómstilboðið, sum nevnt verður Úthangið.

Bygningurin verður í tveimum hæddum og verður tilsamans umleið 400 fermetrar til støddar.

Staðsetingin verður við Botnánna í Kollafirði, har sum gamla vatnverkið var ímillum dagstovnin Kura og samkomuhúsið Zion. Við nýggja frítíðarskúlanum verður alt námsfrøðiligt virksemið í Kollafirði samlað við Botnánna.

Byggingin av frítíðarskúlanum er eisini ein liður í at skipa eitt trivnaðarøki í bygdini, sum verður eitt savningarstað hjá bygdafólkinum.

Fyrireikingarnar at byggja frítíðarskúlan hava verið í gongd í eina tíð, og arbeiðið byrjar sum skjótast. Frítíðarskúlin verður klárur at taka í nýtslu í november 2025.

Arbeiðstakari er Articon, sum vann útboðið í kapping við aðrar arbeiðstakarar. Samlaði byggikostnaðurin er uml. 23 mió.

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment