30
Kringlugarður er eitt nógv vitjað økið, og dagliga verður ein mintur á støðuna við bygninginum. Um peningur manglar hjá stovninum, ið eigur bygningin, so má kommunan trakka til, so bygningurin ikki fer enn meiri.
Tað var neyðugt framstig, tá ið asfalt varð lagt á fyri nøkrum árum síðani og grønt flag var lagt uttast við. Men eisini her kundi meiri verið gjørt við at gróðurseta, so økið gjørdist vakrari.