Home Tíðindir Rættleiðing til KVF um KT-trygd

Rættleiðing til KVF um KT-trygd

by Lagt út ÓML

Í tíðindasending í Degi og viku týskvøldið 28. oktober var innslag um KT-trygd og Klaksvíkar kommunu. Ført varð fram, at Klaksvíkar kommuna spardi upp á dátutrygd. Tað er ikki rætt.

Ein sparing bleiv gjørd í fjør í samstarvinum við Nema í samband við rakstur og tænastur. Orsøkin til, at kommunan valdi at steðga við hesum samstarvinum um rakstur og tænastur var, at KT-fólk bleiv sett í starv, og sum ein liður í hesum valdi kommunan at yvirtaka henda partin og hevur røkt hann síðan.

Klaksvíkar kommuna metir ikki, at henda tillaging í rakstrinum av KT-økinum hevur havt nakað tilknýti til netálopið 22. september.

KVF førir eisini fram, at tað var ein sparing, sum gjørdi, at Klaksvíkar kommuna sjálv sat við ábyrgdini av dátunum hjá sær, tá teldusníkar herfyri løgdu seg á dáturnar og kravdu pengar afturfyri at lata kommununi dáturnar aftur. Hetta er heldur ikki rætt. Tað er leiðslan í Klaksvíkar kommunu, sum til eina og hvørja tíð hevur havt og hevur ábyrgd av KT-trygdini og dátunum í kommununi.

Kelda: klaksvik.fo mynd: 24.fo

You may also like

Leave a Comment