Sera nógv fólk var møtt til hátíðarhald í gjár, tá nýggi Langhylurin varð tikin í nýtslu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísti i røðu sínari á mongu nýggju hentleikarnir í svimjihøllini í Gundadali. Fleiri myndir eru inni á greinini ið er frá torshavn.fo.
“Mest sjónliga frambrotið í allari verkætlanini er sjálvur 50 metra langhylurin, sum er við 10 geirum, men eisini kann hann deilast í tvey við eini brúgv, ið kann flytast. Somuleiðis er gott pláss til áskoðarar, og til kappingar eru 600 sitipláss tøk, so hetta eru heilt aðrar umstøður, enn vit hava verið von við.
Umframt svimjingina, er pláss eisini fyri øktari vælveru, tí her er ein heitur vatnvenjingarhylur, nýtt gosbað, nýtt damprúm og nýggj sauna, og uttanfyri eru bæði kaldur og heitur pottur. Listini er eisini pláss fyri, tí Silja Strøm hevur prýtt langveggirnar við listaverkinum “Vit liva í hvørjum øðrum”, og í næstum fer Bárður Dahl Christiansen at listprýða Gundadalsstovuna.”
Svimjihøllin í Gundadali, sum nú hevur 42 ár á baki, hevur verið til stórt gagn fyri almenningin, kappsvimjarar, froskmenn, skúlar, dagstovnar og ikki at gloyma morgunfrúurnar og borgarir í síni heild. Í síni tíð var hon eitt ovurstórt framstig, men í dag eru vit vitni til eitt minst líka stórt framstig, ið vit øll kunnu fegnast um og vera glað fyri. Nýtt og gamalt er hegnisliga sett saman, og sum høvuðsstaður kunnu vit fegnast um at hava fingið eitt nýtt svimjistadion á altjóða stigi.”
Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, bar eisini fram eina heilsan. Hann kom í røðu síni inn á týdningin av at skapa bestu karmar til ítrottin í Tórshavnar kommunu.
“Fara vit niðan í Gundadal í dag, síggja vit hvussu okkara kommuna gjøgnum langa tíð hevur ment hetta økið til fjøld av ítróttagreinum. Í Gundadali kunnu vit njóta allan heimligan ítrótt og ikki minst Tórsvøll, sum hevur stóran týdning fyri altjóða støðu okkara í fótbólti. Eg fari eisini at nevna stórhøllina við Tjarnir, hóast at hann ikki er í Gundadali, men sum er ein stór íløga hjá kommununi og øðrum stuðlum. Við Tjarnir er sprottin úr teimum ótrúliga góðum avrikum, sum okkara hondbóltslandslið hava gjørt, og ikki minst teir mongu úrmælingarnar, sum eru úr okkara kommunu.
Og so koma vit til hendan fantastiska langhyl, sum verður alment tikin í nýtslu í dag. Eg má siga, at hetta er eitt bergtakandi bygningsverk. Her verður rúm fyri øllum. Eg vænti eisini, at hesin bygningur fer at geva okkum upplivingar og úrslit, sum eru ókend eisini í altjóða høpi – tí nú fáa føroysku svimjararnir allarbestu karmar at venja og kappast í, hvør tað er á stuttgeil ella langgeil. Fyri alla føroyska svimjing er høllin og langhylurin ein varði, sum ikki hevur sín líka. Langhylurin er saman við øllum hyljunum í gomlu høllini ætlað øllum – børnum, familjum og íðkarum, til kappingar, til gamans og til vælveru, umframt til heimligar og altjóða kappingar.”
Fyrsti svimjari í langhylinum var Annika Olsen, býráðslimur.
Kelda & myndir: torshavn.fo 29 okt.2024