Slakar 12,6 milliardir vóru útgoldnar í A-skattaðum lønum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið frá november í fjør til oktober í ár.
Lønirnar vóru 711 milliónir krónur, ella 6 prosent, størri í tíðarskeiðinum frá november 2023 til oktober 2024 enn undanfarnu 12 mánaðirnar. Hetta skrivar Hagstovan.
Løn (útgoldin)
12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24
november – oktober | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022-23 | 2023-24 | mió. kr. | % | |
Løn (útgoldin) | 11.878,2 | 12.589,4 | 711,1 | 6,0 |
Kelda:Hagstova Føroya
Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini. Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Løn (útgoldin)Útgoldin lønÁrstíðarjavnaðTrendurOkt ’18Jan ’19Apr ’19Jul ’19Okt ’19Jan ’20Apr ’20Jul ’20Okt ’20Jan ’21Apr ’21Jul ’21Okt ’21Jan ’22Apr ’22Jul ’22Okt ’22Jan ’23Apr ’23Jul ’23Okt ’23Jan ’24Apr ’24Jul ’24Okt ‘2419902000201020201.0005007501.250
Lønin hjá kvinnum vaksin knapt tíggju prosent
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum, sum í størri mun varð ávirkað av koronufarstóttini. Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum.Kelda: Hagstova Føroyamió. kr.Løn (útgoldin), kynMannfólkTrendurKonufólkTrendurJan ’19Mai ’19Sep ’19Jan ’20Mai ’20Sep ’20Jan ’21Mai ’21Sep ’21Jan ’22Mai ’22Sep ’22Jan ’23Mai ’23Sep ’23Jan ’24Mai ’24Sep ‘24200020201.000250500750677,3 mió. kr.421,6 mió. kr.
Vøksturin í lønargjaldingunum seinasta tólv mánaða tíðarskeiðið var tó størri hjá kvinnum enn hjá monnum. Av samlaða vøkstrinum á 711 milliónum krónum, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 440 milliónum krónum. Av hesum áttu kvinnur, ið arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði, 374 milliónir krónur.
Lønin hjá kvinnum var knapt tíggju prosent hægri enn undanfarna tíðarskeið, meðan lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri.
Løn (útgoldin), kyn, undir almennum ella privatum ræði
12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24
november – oktober | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022-23 | 2023-24 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 11.878,2 | 12.589,4 | 711,1 | 6,0 |
Menn | 7.404,2 | 7.676,5 | 272,3 | 3,7 |
Kvinnur | 4.474,0 | 4.912,9 | 438,8 | 9,8 |
Undir privatum ræði | 7.119,9 | 7.311,0 | 191,1 | 2,7 |
Menn | 5.602,0 | 5.728,5 | 126,5 | 2,3 |
Kvinnur | 1.517,8 | 1.582,5 | 64,7 | 4,3 |
Undir almennum ræði | 4.758,4 | 5.278,4 | 520,0 | 10,9 |
Menn | 1.802,2 | 1.948,0 | 145,9 | 8,1 |
Kvinnur | 2.956,2 | 3.330,4 | 374,2 | 12,7 |
Viðm.:Trýst á “vís fleiri grafar” niðast fyri at síggja orðalýsingina um “geira” fyri lýsing av “ræði”.Kelda:Hagstova Føroya
Størsti vøkstur í Sandoyar øki
Niðanfyri sæst prosentmunurin í úgoldnum lønum seinasta tólv mánaða skeið samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar býtt á øki. Sandoyar øki hevur havt størsta vøkstur við næstan níggju prosentum. Suðuroyar øki hevði minsta vøkstur við góðum einum prosenti.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.Løn (útgoldin), bústaðarøkiUppgerðarárið oktober 2023 til september 2024 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar6.59 %6.59 %4.37 %4.37 %4.23 %4.23 %7.87 %7.87 %6.79 %6.79 %8.82 %8.82 %1.24 %1.24 %
Løninar minkaðar í fiskiveiðuni
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið. Størsti vøkstur í krónum var í “O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar” og næst í “Q Heilsu- og almannaverk”. Lutfalsliga var størsti vøkstur í “R List, undirhald og ítróttir”. “A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða” hevði sum einasta vinnugrein eina minking í útgoldnu lønunum samanborið við undanfarna tíðarskeið. Minkingin var 5 prosent ella knapt 80 milliónum krónum.
Løn (útgoldin), høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara
12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24
november – oktober | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022-23 | 2023-24 | mió. kr. | % | |
Tils. (høvuðsvinnugrein hjá arbeiðsgevara) | 11.878,2 | 12.589,4 | 711,1 | 6,0 |
A Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða | 1.575,6 | 1.497,7 | -77,9 | -4,9 |
C Framleiðsluvinna | 1.140,8 | 1.152,6 | 11,8 | 1,0 |
D El-, gass- og fjarhitaveiting | 95,5 | 107,7 | 12,2 | 12,7 |
F Byggivinna | 1.048,9 | 1.106,6 | 57,7 | 5,5 |
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum | 1.046,2 | 1.072,7 | 26,5 | 2,5 |
H Flutnings- og goymsluvinna | 1.150,3 | 1.232,7 | 82,4 | 7,2 |
I Gisting og matstovuvinna | 231,6 | 237,5 | 5,9 | 2,5 |
J Kunning og samskifti | 333,9 | 360,0 | 26,2 | 7,8 |
K Fígging og trygging | 359,3 | 379,4 | 20,1 | 5,6 |
L Søla, útleiga og umsiting av fastognum | 36,7 | 39,3 | 2,7 | 7,3 |
M Serkøn, vísindalig og tøknilig tænastuveiting | 399,3 | 432,1 | 32,8 | 8,2 |
N Umsitingarligar o.l. tænastuveitingar | 183,8 | 189,0 | 5,2 | 2,8 |
O Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar | 1.767,5 | 1.955,5 | 187,9 | 10,6 |
P Undirvísing | 756,3 | 856,9 | 100,6 | 13,3 |
Q Heilsu- og almannaverk | 1.434,8 | 1.606,3 | 171,5 | 12,0 |
R List, undirhald og ítróttir | 150,6 | 176,1 | 25,4 | 16,9 |
S Aðrar tænastuveitingar | 118,5 | 135,0 | 16,5 | 13,9 |
Viðm.:Vinnugreinarnar “B Námsvinna og grótbrot”, “E Vatnveiting; kloakkir og ruskviðgerð”, “T Húsarhald við starvsfólki; framleiðsla til egna nýtslu”, “U Virksemi hjá altjóða felagskapum” og “X Virksemi ikki upplýst” eru ikki við í hesi talvuni. Tølini eru trúnaðarvard, tí undir tríggir arbeiðsgevarar eru í nevndu vinnugreinum.Kelda:Hagstova Føroya
Størsti parturin av útgoldnu lønunum í “A Landbúnaða, skógrøkt og fiskiveiðu” kemur frá undirbólkinum “Fiskiveiða og aling”. Verður hesin bólkur víðari útgreinaður, sæst at størsta minkingin í krónum var í uppsjóvarveiðu, men at útgoldina lønin í botnfiskiveiðu og aðrari fiskiveiðu eisini er minkað. Aling hevur harafturímóti havt ein vøkstur við trimum prosentum í útgoldnum lønum samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Løn (útgoldin), A03 Fiskiveiða og aling
12 mánaðarskeið 2022/23 og 2023/24
november – oktober | munur | |||
---|---|---|---|---|
2022-23 | 2023-24 | mió. kr. | % | |
Tilsamans | 1.561,8 | 1.484,5 | -77,3 | -4,9 |
A03.11.10 Botnfiskiveiða | 325,3 | 324,8 | -0,5 | -0,2 |
A03.11.15 Botnfiskiveiða, ið er virkað umborð | 216,4 | 202,4 | -14,1 | -6,5 |
A03.11.20 Uppsjóvarveiða | 610,3 | 538,5 | -71,7 | -11,8 |
A03.19.90 Onnur fiskiveiða | 20,0 | 18,1 | -1,9 | -9,7 |
A03.20.00 Aling | 389,8 | 400,7 | 10,9 | 2,8 |
Kelda:Hagstova Føroya
Miðallønin hjá kvinnum er ein triðingur lægri enn hjá monnum
Í oktober var mánaðarliga miðallønin per persón 35.673 krónur. Hetta er níggju prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Grafurin niðanfyri vísir miðallønina býtt á kyn. Í oktober fingu kvinnur 28.800 krónur í miðal, sum er 31 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 41.900 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við yvir átta prosentum hjá monnum og yvir tíggju prosentum hjá kvinnum. Viðm.: Miðal verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn. Tað verður ikki tikið hædd fyri arbeiðstíð.Kelda: Hagstova FøroyaLøn (miðal), kynBæði kynTrendurMennTrendurKvinnurTrendurJan ’20Jan ’21Jan ’22Jan ’23Jan ’24Mai ’20Sep ’20Mai ’21Sep ’21Mai ’22Sep ’22Mai ’23Sep ’23Mai ’24Sep ‘242000202020.00030.00040.00050.00041.902,1 kr.28.796,8 kr.
Um lønarhagtølini
Løn sum hagfrøðiligt hugtak er partur av tí breiðu allýsingini av viðurlagi til starvsfólk. Viðurlag er tvíbýtt í a) løn og b) ískoyti hjá arbeiðsgevarum til sosialar skipanir, herundir pensjón. Hugtøkini byggja á allýsingina í tjóðarroknskaparhandbókunum ‘System of National Accounts’ hjá ST og ‘European System of Accounts’ hjá Eurostat.
Eftir hesi allýsing fevnir løn um lønarpartar so sum grundløn, viðbøtur, yvirtíðargjøld, frítíðarløn, starvsfólkaágóðar, men ikki um sosial gjøld hjá arbeiðsgevaranum so sum eftirløn, arbeiðsloysistrygging og barsilsgjald.
Hagtølini um lønir fevna bert um løn í peningi, ið verður goldin av einum arbeiðsgevara til eitt starvsfólk um samtíðarskattaskipanina. Tískil fevna lønir bara um A-skattskyldugar inntøkur frá arbeiðsgevarum, ið eru búskaparliga virknir í Føroyum. Allar lønir, sum lúka oman fyri nevndu krøv, telja við, uttan mun til um starvsfólkið er búsitandi í Føroyum ella uttanlands.
Broyting í hagtølunum í 2024
Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av lønarhagtølum, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaðu lønirnar vuksu eitt vet – serliga seinnu árini. Størsta orsøkin handan vøksturin er at hagtølini nú eisini fevna um teir arbeiðsgevarar, ið eru skrásettir í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS-skipanini) og mettir at vera partur av føroyska búskapinum. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endað”.