fredag, december 5, 2025
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Fiskamarknaður Føroya Meting fyri viku 15, 2025

Fiskamarknaður Føroya Meting fyri viku 15, 2025

0 comments

Hetta er samandráttur fyri komandi viku og rokna tey á FMF við nógvum útróðrarfiskið. Bæði partrolarar og djúpvatnstrolarar land í vikuni. Fimm línuskip eru við Eysturgrønland og eitt ísfiskalínuskip fiskar undir Føroyum og eitt er við Ísland.

Línuskip. Ísfiskalínuskipið er norðanfyri og fiskar tosk og hýsu. Landar vntandi síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Eitt frystilínuskip er við Ísland, fimm eru við ella ávegis til Eysturgrønland og tvey eru við Føroyar. Tey fiska mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

Útróður: Streymurin er góður, men harðnar nakað sum vikan gongur. Veðri verður gott, so vit vanta nógvan útróður.

Djúpvatnstrolarar: Ein fiskar upsa og ein fiskar svartkalva og blálongu. Báðir landa vantandi síðst í vikuni.

Partrolarar: Allir partrolarirnir, uttan tvey pør, eru til fiskarí. Fiskaríið er misjavnt. Teir fáa eisini nakað av hvítfiski, serliga hýsu og hvíting.  Fleiri pør landa í vikuni.

Trolbátar: Trolbátarnir fiska allir norðanfyri. Teir fiska mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski. Fiskaríið hevur verði gott.

Garnaskip:  Trý fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt. Vantandi landa allir í vikuni

Heinta alla metingina her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira