søndag, marts 8, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

Fiskur og havumhvørvi á Føroyabanka

0 comments

Havstovan bjóðar øllum við áhuga í Føroyabanka, tað veri seg vinnuligt, vísindaligt, politiskt ella alment, at luttaka í einum kunnandi tiltaki um Føroyabanka.

Tiltakið verður:

Á Hotel Brandan
5. februar – kl. 08:30-12.30

Útgangsstøðið er ein verkætlan hjá Havstovuni, har endamálið m.a. er at kanna: Hvat vita vit um Føroyabanka og hvat vita vit ikki.

Endamálið við kunnandi tiltakinum er at greiða frá tí, sum vit eru komin fram til higartil, at frætta um onnur hava aðra vitan um Føroyabanka, sum vit ikki kenna til, og at hava eitt orðaskifti við pallborðsluttakarum og spurningum úr salinum. Hetta kann vera íkast til endaliga tíðarritið, sum skal gevast út eftir tiltakið.

Tiltakið er ókeypis, men krevur tilmelding.

Kelda: hav.fo 26. januar 2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira