Home Vinna Vinna & Samfelag

Vinna & Samfelag

    

Sjókovin skipaði 6. november fyri tiltaki í Leirvík undir heitinum “Línufiskiskapur og fiskiveiðimøguleikar”, har ljós varð varpað á fiskiskapin hjá stállínuskipunum í bólki 3.

Á skránni vóru fýra framløgur.

Unn Laksá, stjóri í Sjókovanum, bjóðaði vælkomin. Síðani hevði Magni Laksáfoss frá Sjókovanum framløgu um samanbering av fiskiskapinum hjá línuskipum á ymiskum leiðum. Petur Steingrund frá Havstovuni greiddi frá støðuni hjá fiskastovnunum út frá veiðidagbókunum hjá línuskipunum. Stefan í Skorini frá Føroya Reiðarafelag hugleiddi um NAFO samráðingar. Kristian Martin Petersen frá Felagnum Línuskip greiddi frá týdninginum av útlendskum fiskiveiðirættindum fyri línuskip. Dennis Holm, landsstýrismaður, dró samanum og greiddi frá ætlanunum hjá landsstýrinum.

Tað er altíð gott at hava tiltøk, sum varpa ljós á viðurskifti innan fiskivinnuna. Í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum hava stovnsrøkt og burðardygg veiða høga raðfesting. Vit arbeiða við tí greiða málsetningi at fremja neyðug átøk fyri at fáa stovnarnar undir Føroyum at vaksa aftur, soleiðis at veiða undir Føroyum kann geva so stórt íkast sum til ber til reiðarí og manningar og til føroyska búskapin, sigur Dennis Holm.

Ein annar táttur er arbeiðið við gransking, menning og virðisøking, sum skal tryggja, at vit fáa so nógv sum til ber burturúr hvørjum fiski, sum verður veiddur. Í næstum verða játtanir til vinnugransking og vinnu PhD verkætlanir lýstar leysar at søkja, har fokus er á virðisøking í fiskivinnuni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Eini 50 fólk vóru til tiltakið hjá Sjókovanum, sum var í Bátasavninum í Leirvík.

Kelda & myndir: fisk.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Tað vóru nógvir fiskimenn, sum hildu ondini, tá ið nýggjur fiskveiðusáttmáli skuldi gerast millum Føroyar og Rusland seint í 2023. Fleiri flokkar ynsktu ikki at halda fram við avtaluni. Hetta skrivar formaðurin í Fiskimannafelagnum á teirra heimasíðu.

Tað vóru nógvir fiskimenn, sum hildu ondini, tá ið nýggjur fiskveiðusáttmáli skuldi gerast

Tað vóru nógvir fiskimenn, sum hildu ondini, tá ið nýggjur fiskveiðusáttmáli skuldi gerast millum Føroyar og Rusland seint í 2023. Fleiri flokkar ynsktu ikki at halda fram við avtaluni.

Ein avgerð sum kundi rykt lívsgrundarlagið undan nógvum fiskimonnum og húskjum teirra. 

Eg ógvaðist sum formaður í Føroya Fiskimannafelag.

Tað var tosa í ramasta álvara, um at slíta samstarvið við Rusland. Tað var ikki hugsa um okkara sjófólk, ið høvdu havið sum arbeiðspláss.

Her var heldur hugsa um tey herðaklapp, sum elitan niðri á meginlandinum fór at geva teimum fyri at ofra egið fólk.

Tí settu eg meg, sum formaður í Fiskimannafelagnum, í samband við russiskar fiskivinnumynduleikar, har sagt var, at vit vónaðu, at vit kundu halda fram við tí góða samstarvinum ið var landanna millum.

Russar svaraðu, at teir eisini vónaðu, at góðu viðuskiftini kundu halda fram. Teir løgdu dent á, at tað var umráðandi, at sjófólk teirra høvdu atgongd til føroyskar havnir og tænastur, so sum viðlíkahald, umskipan o.a.

Vandi var á ferð. Vit stóðu til at missa tey nýggjastu skipini, har okkara limir høvdu sítt lívsgrundarlag. Øll tey stóru frambrotini vóru við at fara fyri bakka, bara tí onkur vildi kvetta uttan at hugsa seg um.         

Hevði ætlanin veri framd, høvdu vit mist veiðurættindini í Barentshavinum og russiska marknaðin, sum hevur innflutt nógvan fisk úr Føroyum.

Vit hildu kortini tætt at kroppinum, fyri ikki at birta undir eldin, sum var kyndur fyri at gera enda á fiskivinnusamstarvinum við russar.

Enn hava vit skipini, og hava fingið nýtt nótaskip.

Allur Vesturheimurin samstarvar við russar, tí eiga vit at gera tað sama. Vit eiga ikki at ofra okkara borgarar í ein kensuligum stríði.

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelg

Kelda: fiskimannafelag.fo 06/11/2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Løgmaður hevur seinnapartin 1 novembur flutt fram røðu í sambandi við minningarhaldið fyri teimum sjólátnu á Vinnuháskúlanum í Havn.

Røðan kann lesast niðanfyri:

Góðan dagin øll somul.

»Mamma mín var óalmindiliga sterk. Hon tók alt líka róliga. Hon fór ikki upp at leika í, og tað var gott fyri okkum. Men – eg rokni við, at hon hevur havt tað ringt um næturnar. Tá ið friður hevur verið yvir húsið, og vit smáu vóru farin í song. Tá hevur sorgin skolað inn yvir hana og tikið yvir«.

Orðini eigur Hans Andrias Johannesen, sáli. Hann var smádrongur, tá ið hann misti pápa sín, pápabeiggja sín og stórabeiggjan sín til havið. 

Teir vóru við trímastraðu klaksvíksskonnartini Fossanes, sum gekk burtur í øgiligum ódnarveðri á Suðurlandinum í 1938. Eftir sat mamman við níggju børnum og djúpari sorg. 

19 mans gingu burtur við Fossanesi. Hjá teimum, sum sótu eftir, var tað sum, at tíðin steðgaði. 

Tey høvdu glett seg at fáa manningina heimaftur. Men ístaðin komu boðini um, at hon ongantíð komu aftur. Við eitt varð øll tilveran vend á høvdið. Eftir stóðu tey við larmandi tøgnini og sviðanum av deyðans køldu hond.

Tá ið havið brádliga verður grøv – uttan ávaring ella tíð til eitt farvæl – setir tað seg fyri lívið hjá teimum, ið eftir sita. Tað gjørdi tað eisini hjá Hans Andriasi og familjuni. 

Missurin á havinum verður til søgu um sorg, sum livir víðari hjá komandi ættarliðum. Tað veit eg, tí tveir abbabeiggjar hjá mær vóru millum mennirnar, ið fóru lagnunáttina í 1938.   

Mær er fortalt, at til minningarhaldið í 1938 sang syrgjandi fjøldin sálm við yrking eftir Mikkjali á Ryggi: 

»Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur,
byrður og andróður skifta um høv,
silvitnislogn eftir ódnarstorm fylgir;
so er og ferð vár úr vøggu í grøv.
Friður ei er
í hesi verð;
vónbrot og stríð okkum lívið títt ber.«

Orðini minna okkum á, at tilveran er litað av bæði góðum og ringum veðri. Løtum við logn, og løtum við hvøssum stormi. Og at lagnan kann raka okkum meint – og uttan ávaring.

Missur á sjónum er ein partur av okkara føroysku arvi. Eitt lagnutak, sum vit hava livað við í ættarlið eftir ættarlið. 
Og við staðseting, mitt í hesum heimshavi, hava Føroyar verið meint raktar. 

Skip fyri skip, bygd úr sterkasta tilfari  og við skrokkum, ið skuldu kunna standa ímóti náttúrukreftunum í norðurhøvum, hava endað sínar dagar á havsins botni.

Tá ið deyðin er óvæntaður og óboðin gestur, verða vit dyggiliga mint á, at vit ráða ikki, tá tað veruliga umræður.

Havið gevur og havið tekur, var gamalt at siga. Og sorg er á ein hátt sum havið. Eins og ein alda, ið rennur á land aftur og aftur, vendir sorgin altíð aftur. Sjálvt tá ið vit royna at reisa okkum og finna fótafestið aftur í lívinum.

Tá ið lagnan rakar okkum meint, steðgar lívið upp í eina tíð. Vit varnast, hvussu lítið vit sjálv ráða yvir. 

Men vit varnast eisini, hvussu nógv vit megna. Hvussu vit spakuliga finna stevið aftur, hóast fetini ongantíð verða heilt tey somu.  

Hans Andrias Johannesen, sum misti síni kæru umboð á Fossanesi í 1938, er ikki millum okkum longur. 
Men hann plagdi at taka til »tíðin lekir, verður sagt. Men ikki øll sár«.  

Við tíðini verður sorgin og saknurin ein partur av tilveruni hjá teimum, ið sita eftir. Vit eiga bara dagin í dag, og skaldið, Jens Pauli Heinesen, yrkti uggandi soleiðis um aldurnar í tilveruni: 

»Tá barmur mín spentur av undran, 
Av eydnu, av tungari trá,
Av iva og sorgarløgum 
Eisini, eisini tá
Veit eg, at lívið er gáva, 
Eitt dýpi av dýrari tíð, 
Sum øll skulu valla ígjøgnum, 
Rekast og villast inní«.

Í dag eru skipini tryggari. Túrarnir styttri. Og samskiftismøguleikarnir betri. Og tøkk fái Gud, at tað í dag hendir tað sjáldan, at skip ganga burtur. 

Men havið er framvegis ein megi, vit ongantíð fáa ræði á. Tí søgan um miss á sjónum endurtekur seg. 
Søgan endurtók seg tíverri í ár, tá ið vit vórðu rakt av herviligari vanlukku.   

Tit, ið eftir sita, skulu vita, at tá ið sorgin og deyðin vitja, tá hyggja vit føroyingar ikki burtur. Vit standa saman við tykkum, sum hava mist.

Síðani allahalgannadag í fjør eru hesir føroyingar farnir á sjónum:

•    Bjarni Bisp úr Hoyvík, sjólátin við Kambi 6. februar 
•    Heine Thorsteinsson úr Vági, sjólátin við Kambi 6. februar 

Við hesum orðum fari eg, vegna Føroya landsstýri og alla ta føroysku tjóðina, at lýsa samkenslu við tykkum, ið mist hava.

Jesus veri hjá tykkum øllum!
Saman drýpa vit høvur í sorg. 

Friður veri við minni teirra.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Skulu vit hava útlendskar og danskir tilstandir í Føroyum tá tað kemur til stjóralønir og bonusskipanir. Nú nógv tos hevur verið um hesi viðurskiftir er áhugavert at taka fram hvussu vit ynskja at skipa okkara egna samfelag.

Seinastu mongu árini hava vit sæð at stjóralønir í okkara grannalondum og ikki minst í USA eru farnar til himmals og har tað sær út til, at einki lutfall er millum evnir og framleiðslu hjá fyritøkunum og stjóralønirnar. Ørandi bonusskipanir av ymiskum slag, sum ikki skal verða komið nærri inn á her.

Í breddanum í KVF setti ein luttakari ein sera viðkomandi spurning, skal ein almennir stjóri í einum almennum partafelag hava hægri løn enn stjórni á landssjúkrahúsinum. Hetta var sera beinrakið og viðkomandi.

At tosa um at bonusskipanir ikki skulu verða meira enn so og so nógv prosent av lønini er meiningsleyst um lønin í útgangsstøðinum er heilt av leið. Vit kundi sagt at ein almenn stjóraløn ongantíð kann verða hægri enn 90.000 kr um mánaðin og við bonus og eftirløn max 110.000 kr um mánaðin.

I Føroyum eru bara heilt fáir stórir almennir stovnar ella partafeløg og um man veruliga heldur at tað í Føroyum finnast nakrir heilt fáir stjórar ið eru egnaðir at stýra hesum feløgum ella stovnum, so er útgangsstøðið nokk skeivt.  At halda at vit hava superstjórar við so nógvum royndum og góðum strategiskum og leiðslumessigum royndum at teir eru verdir 100, 150 ella 200.000 kr um mánaðin og bonusskipanir kann tykjast nakað løgið.  Um stjórin á Posta ella SEV ella í einum almennum banka ella almennum flogfelag halda seg hava so heilt serligar førleikar og evnir, so skuldi tey bara søkt størv í okkara grannalondum.

Tað eru nokk av vælútbúnum føroyingum og við hollum rondum sum eru fult út førir fyri at stýra okkara almennu partafeløgum og almennum stovnum og tí er nevniliga ikki neyðugt við at nýta óneyðugar almennar skattapengar til at løna stjórunum og uppfinna tápuligar og óneyðugar bonusskipanir ið útgangsstøðinum ikki hoyra heima í almennum stovnum og feløgum.

Sjálvandi skal sjúkrahússtjórin fáa somu sømdir sum ein sum leiðir eina pakka deild, sum fyri mongum árum síðani hevur prísa seg út av marknaðinum.  Tað ið eg royni at siga er, at tað í Føroyum er hópin av góðum umsøkjarum/leiðarum til stjórastørv og sum saktans eru nøgdir við eina løn uppá 60.000 kr um mánaðin.  

Eitt sindur um Posta

Tað sum Posta gjørdi skeivt fyri mongum áðrum sýðan var at teir ikki fingu sær betalingsterminalar tá dankortini komu so fólk kundi rinda rokningar á posthúsunum, og sum økonomar kenna val eitt annað fyribrigdi at prísa seg út av marknaðinum. Porto gjørdidt so høgt at privatu vinnufyritøkurnar fingu sær digitalar loysnir at senda brøv og lønarseðlae til teirra viðskiftafólk. Posta er í dag so vánaligt at tað er ein munandi seinkandi liður tá eitt nú vørur skulu sendast úr høvuðsstaðnum og norðureftir, hetta kann taka fleiri dagar. Man skuldi avgjørt umhugsa at loyvt privatum flutningsfyritøkum eisini at “flyta” brøv.

Hvussu kann Posta verða ein týðandi liður í okkara samfelag aftur, nú bankarnir alsamt lækka tænastustøði kundi Posta verið almennur lønarbanki. Posta kundi eisini verið ein tollmiðstøð. Nú tollvaldið skal skerjast kundi fulltrúar á Posta fingið tollheimild og harvið fingið pening frá landinum og betra okkara góða tolleftirlitið enn meira – samstundis. Ein Post and Customs office.

Ungi landsstýrismaðurin var í dag úti og segði at fyrrverandi bankastjórin og grannskoðarin skuldi standa á odda fyri nevndini í Posta og fyrrverandi nevndarformaðurin í er royndur vinnulívsmaður og politikari, undirforstaði var verri skikkaður enn ein revisor og bankamaður til at menna Posta.

Tað er eingin ivi um, at hesir menn hava drúgvar og góðar leiðsluroyndir og eru álitispersónar. Men nevndararbeiði og mennan av fyritøkum man verða torført at læra og hvør dugir tað og hvør ikki dugir tað, er torført at meta um. Tí er tað undrunarvert at landsstýrismaðurin heldur at ein nýggjur nevndarformaður kann bjarga og betra raksturin hjá Posta munandi uttan hetta gongur út yvir tænastustøði.

Í bókum um nevnararbeiði verður oftani tikið til at “bókhaldarar / figgjarleiðarar” – og advokatar ikki eru teir optimalu til strategisk tænkning og innovatión og ikki neyturviliga eru besta boð uppá nevndarlimir.   Men sum vit vita, er sera vanligt at advokatar og fíggjarleiðara sita í nevndum og eru við til at menna feløg.

Hugsi mangan um ein stjóra sum eg havi siti i nevnd saman við og sum hevur ótrúlig evnir til at síggja heildina í einum felag og hvat er galið og hvat og hvussu felagið kann mennast. Hetta eru sera læruríkt, tá man eisini kennir góðu úrslitini í teirra felag, og veit at her er verulig tyngd og vitan aftanfyri.

Herfrá vil eg ynskja nýggja nevndarformanni, nevndini og komandi stjóra hepna hond við at menna okkara almenna Postfelag.

Óli M. Lassen, stjóri og eigari av 24.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Á eykaaðalfundi í P/F Postverki Føroya 30. oktober 2024 varð samtykt, at nevndarformaðurin, Joen Magnus Rasmussen, fór úr nevndini, og at Árni H. Ellefsen kom í nevndina. Nevndin hevur skipað seg við Árna Ellefsen sum formanni.  

P/F Postverk Føroya hevur seinastu tíðina havt avbjóðingar við rakstrinum, serliga tí at brævaflutningurin er í stórari minking, og tí hevur verið neyðugt at tillagað felagið.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni K. Petersen, ið varðar av felagnum, heldur, at Árni H. Ellefsen fer at veita eitt gott íkast til nevndina í Posta.

Nevnd og leiðsla í Posta hava gjørt eitt gott arbeiði fyri at tillaga raksturin til broyttu umstøðurnar við fánandi brævaflutningi. Tað arbeiðið heldur fram, og Árni H. Ellefsen kemur í nevndina við drúgvum royndum úr vinnulívinum, eitt nú sum stjóri í Føroya Banka og sum grannskoðari. Eisini hevur hann hollar royndir sum nevndarlimur og nevndarformaður í fleiri fyritøkum. Eg eri tí sera fegin um, at hann hevur játtað at vera við í hesum arbeiði.

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Fyrr í dag bleiv kunngjørt, at fyritøkan FJORD, er kosin Ársins íverkseti 2024.

Tað var Løgmaður, Aksel V. Johannesen, ið kunngjørdi at dómsnevndin hevði valt fyritøkuna FJORD til Ársins íverkseta 2024.

Løgmaður segði millum annað soleiðis um Ársins Íverkseta:

”Fyritøkan, ið er ársins íverkseti, er sprottin úr einum kreativum hugskoti, sum hevur vundið uppá seg til støðuna í dag, har fyritøkan selur ein hóp av litríkum brúksvørum í Føroyum og uttanlands. Vøruúrvalið hjá ársins íverkseta hevur íblástur úr føroyskari mentan, náttúru og tí maritima umhvørvinum, ið stovnarin er uppvaksin í. Tað kreativa og litríka ger vøruna til nakað serligt, og fyritøkan er vorðin alt meira kend í Føroyum og uttanlands.”

FJORD hevur havt góð fíggjarlig úrslit, síðan fyritøkan varð sett á stovn. Tað er Suffía Nón, ið eigur og rekur fyritøkuna. Navnið á fyritøkuni kemur av heimstaðnum Fuglafjørður, har Suffía, ið sniðgevur allar sínar vørur sjálv, eisini er fødd og uppvaksin.

Høvuðstalari á Ársins Íverksetaradegi var kendi danski ávirkarin Anders Hemmingsen. Harumframt vóru eisini fyrilestrar frá Rókur J. Jakobsen, stjóra í fyritøkuni Virka, og frá ávirkarinum báðum Ceciliu Nolsøe Sørensen og Sølvu J. Joensen.

Samanumtikið var dagurin væl eydnaður, og Íverksetarahúsið ynskir FJORD hjartaliga til lukku við heiðrinum sum Ársins Íverkseti 2024.

Kelda & mynd iverksetan.fo 31 okt.2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Mikudagin vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, hjá THOR í Hósvík, har Hans Andrias Kelduberg, stjóri, greiddi frá virkseminum hjá felagnum.

THOR er ein av áhugaverdu fyritøkunum í landinum, sum bæði tekst við fiskivinnuvirksemi á sjógvi og landi, og við virksemi í frálandavinnuni við tilknýti til oljuvinnuna og til vindmyllulundir. THOR hevur virksemi í nógvum ymiskum londum og í fleiri ymiskum pørtum av heiminum.

Á vitjanini vóru ymisk viðurskifti viðvíkjandi fiskiskapi bæði í føroyskum sjógvi og altjóða sjógvi umrødd, harumframt var evnið virðisøking og meirvirking av tilfeinginum úr havinum eisini umrøtt.

Samgongan hevur sett á skrá virðisøking, og er tað altíð áhugavert at vitja fyritøkur sum THOR, har virðisøking er ein týðandi liður í arbeiðinum hjá fyritøkuni, og á tann hátt fáa betri innlit í, hvussu fyritøkur kring landið arbeiða við virðisøking, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Kelda & mynd: fisk.fo 25 okt.2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Sunda kommuna bjóðar øllum vinnurekandi í Sunda kommunu til morgunmat 5. november. Endmálið við einum slíkum fundi er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. 

Týsdagin 5. november bjóðar Sunda kommuna vinnuni til morgunmat

Á skrá verður: 
Treytir og møguleikar fyri sjálvstøðug vinnurekandi í samband við barsil, sjúku og arbeiðsloysi

Framløgur frá Barsilsskipanini, Almannaverkinum og ALS.

Hesin morgunfundurin, millum kommununa og vinnuna, er eitt afturvendandi tiltak, við vón um at tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu.

Kelda & mynd: sunda.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

Seinastu tvær vikurnar hava verið drúgvar samráðingar í London millum strandarlondini um uppsjóvarfisk. Hetta skrivar fiskimálaráðið á teirra heimasíðu í dag.

    

Í seinastu viku vóru samráðingarnar um svartkjaft og norðhavssild og hesa vikuna vóru samráðingarnar um makrel, eftirlit við fiskiskapi í Landnyrðingsatlantshavi og ein fyrireikandi fundur millum Føroyar og Bretland í sambandi við árligu samráðingarnar um fiskirættindi, sum verða í London 3. og 4. desember 2024.

Strandarlondini samdust um at fylgja ráðgevingini frá ICES viðvíkjandi svartkjafti, norðhavssild og makreli. Tískil verða mest loyvdu veiður fyri hesar tríggjar stovnar í 2025 ávikavist 1.447.054 tons, 401.794 tons og 576.958 tons.

Umframt at viðgera ráðgevingarnar frá ICES á samráðingunum um teir tríggjar uppsjóvarstovnarnar, viðgjørdu strandarlondini eisini útbreiðslufrágreiðingarnar, veiðihagtøl, tvíliðað samstørv, umsitingartiltøk og NEAFC atgerðir.

Strandarlondini samdust um at hittast aftur í London 16. og 17. desember 2024 at royna at fáa fleiri lond upp í strandarlandasemjuna millum Føroyar, Bretland og Noreg um at býta makrelin.

Luttakandi londini í London vóru Føroyar, Bretland, ES, Grønland, Ísland, Noreg og Russland.

Keld & mynd: fisk.fo

0 FacebookTwitterPinterestEmail

    

Í farnu viku vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, saman við Maritu Rasmussen, stjóra á Havstovuni, á íslendska Hafrannsóknastofnun, vanliga nevndur Hafro.

Endamálið við vitjanini var m.a. at kunna seg um virksemið á Hafro og eisini at umrøða, hvussu samstarvið millum Havstovuna og Hafro kann styrkjast. Á fundinum vórðu fleiri ítøkilig samstarvsøkir umrødd, bæði viðvíkjandi stovnsmetingum av felags og ferðandi stovnum, havgransking og gransking av, hvørja ávirkan aling hevur á t.d. firðir og sund og á villan fisk.

Sum grannatjóðir í Norðuratlantshavi, við nógvum felags økjum og áhugamálum, er tað natúrligt, at samstarvið millum Havstovuna og Hafro verður víðkað, og eg fegnist um, at gongd nú er sett á at styrkja og ikki minst at skipa samstarvið millum Havstovuna og Hafro, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Á vitjanini í Íslandi varð avtalað at fara undir at gera eina formliga samstarvsavtalu millum Havstovuna og Hafro, og tær fyrireikingarnar eru nú farnar ígongd.

Kelda & mynd: fisk.fo 24 okt.2024

0 FacebookTwitterPinterestEmail
Newer Posts