tirsdag, juli 14, 2026
Home Fólk og Samfelag Stívliga 55.400 fólk búðu í Føroyum 1. juni — vøksturin var 1,2%

Stívliga 55.400 fólk búðu í Føroyum 1. juni — vøksturin var 1,2%

0 comments

Tann 1. juni búðu 55.409 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 647 fólkum, ella 1,2 prosentum seinastu tólv mánaðirnar. Vøksturin var meir enn tvífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum. Serliga nettoflytingin hevur havt eitt stórt íkast til fólkavøksturin seinasta árið. Hetta skrivar Hagstovan

Fólkatalið, sum fór upp um 55.000 í februar, heldur fram at vaksa og er longu farið upp um 55.400 fólk. Fólkavøksturin, sum hevur verið lakur í góð tvey ár, er seinastu tíðina vaksin, og lutfalsligi vøksturin er aftur oman fyri eitt prosent eftir at hava verið um hálvt prosent í hálvttriðja ár. Myndin niðanfyri vísir gongdina mánað fyri mánað.

Størri fólkavøkstur 

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. 

Fólkavøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 185 fólk og einari nettoflyting á 462 fólk. Tað eru samanlagt ein fólkavøkstur á 647 fólk — 401 fólk fleiri enn í undanfarna tíðarskeiði. 

Burðaravlopið var um 30 størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí at fleiri børn vóru fødd. Tað vóru 22 fleiri børn vóru fødd seinastu tólv mánaðirnir samanborið við teir undanfarnu tólv, tá lutfalsliga fá børn vóru fødd. 

Stór broyting var í nettoflytingini, sum vaks úr 89 í undanfarna tíðarskeiði upp í 462 seinasta árið. Tilflytingin vaks samstundis sum fráflytingin minkaði. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. juni

Fleiri uttan bústaðartilknýti

Av teimum, sum fluttu til Føroya seinastu mánaðirnar, vóru fleiri uttan bústaðartilknýti enn við bústaðartilknýti. Myndin niðanfyri vísir ein vøkstur í fólkatalinum seinastu mánaðirnar millum tey, sum ikki høvdu bústaðartilknýti.

Vaksandi nettoflyting

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Trendarnir vísa, at frá ársbyrjan 2024 fram til fjørsummar var gongdin í til- og fráflytingini á nøkulunda sama stigi. Nettoflytingin var tí sera lítil. Síðani er gongdin broytt nakað. Gongdin í tilflytingini er síðan fjørsummar vaksin, meðan gongdin í fráflytingini er minkað. Gongdin i nettoflytingin er tí vaksin munandi síðan tá. 

Vaksandi burðaravlop

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum mánað fyri mánað. Gev gætur, at síðstu seks mánaðirnir í trendinum skulu takast við fyrivarni, tí teir ikki hava fult dátugrundarlag.

Mánaðarligi trendurin vísir, at gongdin í føðitalinum, sum hevur verið vaksandi síðan 2024, hevur verið nakað minkandi síðan á heysti í 2025. Hinvegin sæst ein lítil vøkstur í gongdini í deyðatalinum seinastu mánaðirnar. 

Fólkatalið í kommununum

Meir enn trýss prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har tað nú búgva yvir 23.700 fólk. Næststørsti fólkavøksturin var í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar og Nes kommunu. 

Aðrar kommunur við munandi fólkavøkstri vóru Eysturkommuna, har fólkatalið serliga vaks í Norðragøtu, og Sands kommuna. 

Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyrar kommunu, har tað minkaði mest í Ørðavíkslíð. 

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. juni 2025 og 2026.  

Fólkatalið í kommunum og bygdum

jun 2025 – jun 2026

 junimunur
 20252026persónar%
Tilsamans54.76255.4096471,2
Eiðis kommuna76877130,4
– Eiði69269530,4
– Ljósá323200,0
– Svínáir444400,0
Eysturkommuna2.3072.340331,4
– Gøtugjógv4955612,2
– Leirvík1.0541.071171,6
– Norðragøta65766360,9
– Skálafjørður, Eysturkommuna5500,0
– Syðrugøta51151540,8
– Undir Gøtueiði313100,0
Fámjins kommuna717322,8
– Fámjin717322,8
Fuglafjarðar kommuna1.6421.640-2-0,1
– Fuglafjørður1.6321.630-2-0,1
– Hellurnar101000,0
Fugloyar kommuna484912,1
– Hattarvík181915,6
– Kirkja303000,0
Hovs kommuna10610600,0
– Hov10610600,0
Húsavíkar kommuna111109-2-1,8
– Dalur3837-1-2,6
– Húsavík6463-1-1,6
– Skarvanes9900,0
Hvalbiar kommuna634630-4-0,6
– Hvalba568563-5-0,9
– Sandvík666711,5
Hvannasunds kommuna433424-9-2,1
– Depil5500,0
– Hvannasund26727251,9
– Múli000
– Norðdepil160145-15-9,4
– Norðtoftir121100,0
Klaksvíkar kommuna5.5205.566460,8
– Ánirnar545959,3
– Árnafjørður646623,1
– Húsar424200,0
– Klaksvík5.1305.182521,0
– Mikladalur2622-4-15,4
– Norðoyri150143-7-4,7
– Svínoy3129-2-6,5
– Syðradalur, Kalsoy89112,5
– Trøllanes1514-1-6,7
Kunoyar kommuna151140-11-7,3
– Haraldssund6958-11-15,9
– Kunoy828200,0
Kvívíkar kommuna613599-14-2,3
– Kvívík399378-21-5,3
– Leynar11812575,9
– Skælingur131300,0
– Stykkið404000,0
– Válur434300,0
Nes kommuna1.6011.636352,2
– Nes, Eysturoy367379123,3
– Saltnes163159-4-2,5
– Toftir1.0711.098272,5
Porkeris kommuna328327-1-0,3
– Porkeri328327-1-0,3
Runavíkar kommuna4.4164.485691,6
– Elduvík121200,0
– Funningsfjørður606000,0
– Funningur4443-1-2,3
– Glyvrar47448391,9
– Lamba15215863,9
– Lambareiði121318,3
– Oyndarfjørður127120-7-5,5
– Rituvík350344-6-1,7
– Runavík575557-18-3,1
– Saltangará1.2111.267564,6
– Skála78979450,6
– Skálafjørður, Runavíkar kommuna135131-4-3,0
– Skipanes5452-2-3,7
– Søldarfjørður332353216,3
– Æðuvík8998910,1
Sands kommuna534559254,7
– Sandur534559254,7
Sjóvar kommuna1.2711.319483,8
– Innan Glyvur788022,6
– Kolbeinagjógv2826-2-7,1
– Morskranes2024420,0
– Selatrað4036-4-10,0
– Strendur1.1051.153484,3
Skálavíkar kommuna16816800,0
– Skálavík16816800,0
Skopunar kommuna47747700,0
– Skopun47747700,0
Skúvoyar kommuna3534-1-2,9
– Skúgvoy3029-1-3,3
– Stóra Dímun5500,0
Sumbiar kommuna335334-1-0,3
– Akrar111100,0
– Lopra8281-1-1,2
– Sumba24224200,0
– Víkarbyrgi000
Sunda kommuna1.7921.809170,9
– Gjógv1821316,7
– Haldórsvík120114-6-5,0
– Hósvík32432841,2
– Hvalvík24925231,2
– Langasandur424200,0
– Nesvík000
– Norðskáli317311-6-1,9
– Oyrarbakki153166138,5
– Oyri177194179,6
– Saksun121318,3
– Streymnes337325-12-3,6
– Tjørnuvík434300,0
Sørvágs kommuna1.2531.265121,0
– Bøur687357,4
– Gásadalur161600,0
– Mykines1214216,7
– Sørvágur1.1571.16250,4
Tórshavnar kommuna23.33323.7444111,8
– Argir2.5652.6701054,1
– Hestur1416214,3
– Hoyvík4.6774.743661,4
– Hvítanes105101-4-3,8
– Kaldbak254235-19-7,5
– Kaldbaksbotnur7700,0
– Kirkjubøur737856,8
– Kollafjørður812823111,4
– Koltur000
– Mjørkadalur000
– Norðradalur9900,0
– Nólsoy21721920,9
– Oyrareingir383912,6
– Signabøur14614932,1
– Sund1100,0
– Syðradalur, Streymoy8800,0
– Tórshavn14.14814.3782301,6
– Velbastaður25926893,5
Tvøroyrar kommuna1.7241.690-34-2,0
– Froðba25525500,0
– Trongisvágur526516-10-1,9
– Tvøroyri855848-7-0,8
– Ørðavík2925-4-13,8
– Ørðavíkslíð5946-13-22,0
Vága kommuna2.1932.190-3-0,1
– Miðvágur1.1251.13380,7
– Sandavágur1.0251.011-14-1,4
– Vatnsoyrar434637,0
Vágs kommuna1.3261.33370,5
– Vágur1.3261.33370,5
Vestmanna kommuna1.2471.263161,3
– Vestmanna1.2471.263161,3
Viðareiðis kommuna32532941,2
– Viðareiði32532941,2

Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

Kelda & myndir á grein Hahstovan – les meira her

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira