Forsvarets Efterretningstjeneste (FE) ávarar um, at Russland komandi mánaðirnar fer at herða hybridkríggið móti Vesturheiminum við oftari og grovari álopum. Samstundis er ein lágur, men vaksandi vandi fyri avmarkaðum hernaðarálopi móti NATO-londum við russiska markinum. Ein verulig innrás er ósannlíkt, men kann ikki longur útilokast. Á pressufundinum 24. september varð sagt, at hendan metingin ikki er viðkomandi fyri Føroyar og Grønland.
Oftari álop við størri avleiðingum
FE skrivar, at trygdarpolitiska støðan er versnað enn meira. Russland hevur herða sabotasju, oyðileggjandi telduálop og droneálop í Evropa. Dømi er droneálopið móti Leipzig/Halle-floghavnini, sum týskar myndugleikar siga hava verið fyrireikað í Russlandi í fleiri mánaðir.
Russiskar dronur – og í einstøkum førum rakettir – eru dotnar niður í NATO-londum, sum liggja upp at Ukraina. Í Danmark hevur PET alment ávarað um, at Russland fyrireikar sabotasju á danskari jørð móti verjuídnaði.
Í Eystarsjónum fara russiskar eindir meira ágangandi fram. Tann 14. september skeyt ein russiskur fregatt úti fyri Gedser ljósboð móti einum donskum hernaðarskipi. FE kallar hetta tað álvarsligasta, sum danskar eindir higartil hava verið fyri.
Mette er at hybridálopini mest havt til endamáls at skapa ræðslu og minka um undirtøku fyri Ukreina-stuðlinum. Nú fer Russland í størri mun beinleiðis eftir at steðga stuðlinum – við sabotasju móti verjuídnaði og jarnbreytum. FE metir, at komandi mánaðir fara oyðileggjandi telduálop at raka samfelagsneyðugar funktiónir og sabotasja við høgari vanda fyri skaða.
Russland er trýst
Russland er sambært FE meira trýst enn nakrantíð undir krígnum móti Ukraina. Ukrainskar deildir senda rakettir í raka inn í Russland. Russland hevur stór tap á vígvøllinum, og avmarkaðar landvinningar, og búskapurin er á mørkum til kreppu vegna hernaðarútreiðslur, sanksjónir og álop á orku infrastrukturin.
Vesturlendski stuðulin til Ukraina er avgerandi fyri at halda russisku eindunum aftur. Einki týðir á størri russiskt gjøgnumbrot komandi hálvárið. Putin fer tó ósannlíkt ikki at slaka í krígsmálunum hann hevur sett.
Moskva metir, at Evropa fram ímóti 2030 byggir upp eina sjálvstøðuga hernaðarliga megi.
Avmarkað álop: lágur, men vaksandi vandi
Vandin er lágur, men vaksandi, fyri at Russland setur í verk eitt avmarkað hernaðarligt álop móti einum ella fleiri NATO-londum við marki – eisini um kríggið í Ukraina heldur fram, og eisini um Russland ikki er klárt til regionalt kríggj.
Endamálið hevði verið at flyta evropeiskar orku burtur frá Ukraina og at splitta NATO, um samgongan ikki semist um eitt felags svar.
FE nevnir møguleikar sum støk álop móti infrastruktur, sum síðani verða skuldsett Ukraina fyri at hava jammað; falsk flagg-operatión við ukrainskum dronum; ella avmarkaðar eindir, møguliga uttan tjóðarmerki. Ein slík innseting hevði sannlíkt kravt sjónliga uppbygging nær markinum í nakrar mánaðir.
Innrás ósannlík – men ikki longur útilokað
FE sær ongar tekin um veruliga innrás við vanligum eindum. Sjálvt um avgerðin verður tikin, tekur tað minst seks mánaðir at byggja upp. Tað er ósannlíkt, men kann ikki útilokast. Tað er nýtt í mun til eldri metingar.
Russland fer sannlíkt bert at sláa til, um Moskva heldur, at tað ikki førir til kríggj móti øllum NATO. Tí er vandi fyri, at Kreml metir, at NATO – serliga um USA ikki vil ella kann stuðla – ikki svarar felags.
Tíðarætlanirnar frá 2025 standa við
Metingin eyðkennir FE-metingina frá 9. februar 2025 um Ríkisfelagsskapin. Tær eldru tíðarætlanirnar standa við, um kríggið í Ukraina steðgar ella frystir, og um russiska vápna menningin og “upprustanin” framvegis gongur skjótari enn NATO’s:
- umleið seks mánaðir: lokal kríggj við markinum
- umleið tvey ár: regionalt kríggj í Eystarsjóøkinum
- umleið fimm ár: stórt kríggj á evropeiska meginlandinum
Hendan nýggja metingin snýr seg um herðing komandi mánaðirnar – hybridkríggj ella avmarkað álop – eisini meðan Ukraina-kríggið heldur fram.
Føroyar og Grønland
Danskir myndugleikar søgdu á pressufundinum, at hendan konkreta metingin ikki er viðkomandi fyri Føroyar og Grønland. Ríkisfelagsskapurin er tó partur av NATO, og hybridhóttanir – telduálop, sabotasja, ávirkan og virksemi í Norðuratlantshavinum – krevja framvegis eygleiðing.
Kelda: Óklassifiserað FE-meting 24. september 2026 og almenna framløgan á Kastellet.
Kelda: www.fe-ddis.dk Mynd: 123rf.com
