Home Útland 360 milliónir kristin verða forfylgd

360 milliónir kristin verða forfylgd

by Lagt út ÓML

Í gjár legði Open Doors World Watch List fram kring heimin. Tað er listin yvir lond, har harðskapurin móti kristnum er størstur. Tað eru 30 ár síðani listin sá dagsins ljós. Síðani World Watch List kom út fyrstu ferð í 1993, er forfylgingin av kristnum vaksin. Tølini hjá okkum vísa, at 360 milliónir kristin verða jagstrað fyri sína trúgv í dag.

Norðurkorea.

Norðurkorea er aftur á fyrsta plássi á World Watch Listanum í 2023, meðan Afganistan er fallið fleiri pláss eftir at hava verið á fyrsta plássi í fjør. Hóast talið av kristnum, ið verða jagstrað, ikki er broytt í mun til í fjørð, eru týðilig tekin um, at styrkin í jagstranini er vaksin seinasta árið.

“Kina sniðið” breiðir seg.

Nógv lond søkja íblástur úr Kina, har stýrið, við Xi Jinping á odda, roynir at lýsa av nýggjum, hvat menniskjarættindi eru. Londini royna at herma eftir væleydnaðu umsjónini, sum Kina hevur á tjóðini og eftir búskaparvøkstrinum í landinum.

Íblásturin hevur breitt seg til lond bæði í Landsynningsasia og Miðasia. Tá ið londini byrja at apa seg eftir umsjónini, ið Kina hevur og teirra áskoðan á mannarættindi, eftirapa tey eisini áskoðanina á kristin, sum eina hóttan ímóti stjórnini. Jú meira tey kristnu royna at halda fast við síni frælsisrættindi, tess meira trýst leggja myndugleikarnir á tey. Tey kristnu verða sædd sum ein hóttan ímóti tjóðartrygdini. Kirkjur verða stongdar, og kristin verða handtikin

Støðan í Latínamerika versnar.

Nikaragua stígur inn á World Watch Listan í 2023 og tekur talið av latínamerikanskum londum á listanum upp á fýra. Fyri bara trimum árum síðani var Kolumbia tað einasta latínamerikanska landið á listanum. Bæði Kolumbia, Kuba, Meksiko og Nikaragua eru fl utt upp á listan í 2023.

Korrupt og óvirkin stýri í Latínamerika hava givið brotsmannabólkum rásarúm, sum jagstra kristin, ið eru ímóti brotsgerðum. Jagstranin sæst ofta sum ógvuslig álop, og í ringasta føri verða kristin fólk dripin. Í Nikaragua og Kuba kúga stjórnirnar kristin, ið verða sædd sum mótstøðufólk ímóti landsins kommunistisku skipan.

Tey góðu tíðindini – størri tolsemi í Flógvastátunum.

Tað eru ikki bara ring tíðindi á World Watch List 2023. Í londum sum Barain, Sameindu rabisku emiratunum og Egyptalandi er ein glæma av ljósi í myrkrinum. Í Egyptalandi er størri dentur á tjóðskaparligan einleika, og í Barain og Sameindu arabisku emiratunum á tolsemi. Tað er ein mótvekt til radikala islamismu, og tað gevur størri vinsemi til tey kristnu. Í øllum londunum er haturstala móti útlendskum kristnum ikki loyvd.

Vilt tú vita meira, kanst tú fara á: https://www.opendoors.dk/wwl2023…

Kelda

You may also like

Leave a Comment