Føroyar hava nú fingið sítt fyrsta talgilda koyrikort. Á tíðindafundi í gjár varð nýggja appin, Skjáttan, alment tikin í nýtslu. Í appini eru talgilt koyrikort og samleikakort.
Við nýggju appini á telefonini kunnu fólk nú altíð hava koyrikort og samleikakort við hondina.
Hvørt ár fáa fleiri bilførarar bót, tí teir ikki hava koyrikortið uppi á sær. Nú er nóg mikið at hava koyrikortið á telefonini. Talgilda koyrikortið kemur tó ikki í staðin fyri vanliga plast-koyrikortið, men skal roknast sum eitt ískoyti til tað.
Fyribils er talgilda koyrikortið bert galdandi í Føroyum, men arbeitt verður fram ímóti, at tað skal kunna brúkast í øðrum londum.
Samleikakort við møguleikum
Samleikakortið í Skjáttuni vísir navn, bústað, kommunu og P-tal. Tann, sum eigur Samleikakortið, kann velja at fjala P-tal og bústað á kortinum.
Hugsanin er, at Samleikakortið skal kunna brúkast til nógv ymisk endamál. Til dømis sum pensjónistakort at fáa avsláttur hjá Strandferðsluni ella til frítíðarvirksemi hjá kommununum. Møguleiki er eisini fyri at kunna brúka tað sum eitt nú bókasavnskort, í náttarlívinum og í heilsuverkinum.
Í fyrstu syftu fevnir Skjáttan um talgilda koyrikortið og samleikakortið, men eftir ætlan fara fleiri almenn prógv og loyvi at liggja í Skjáttuni í framtíðini.
Breitt samstarv
Talgildu Føroyar hava ment Skjáttuna í samstarvi við Akstovuna, Føroya Stiftsstjórn, Strandfaraskip Landsins og 10 kommunur í Føroyum. Hesar kommunur eru Eysturkommuna, Tórshavnar, Runavíkar, Klaksvíkar, Vága, Nes, Hovs, Vágs, Viðareiðis og Sunda kommuna.
Skjáttan liggur klár at taka niður í App Store og Google Play. Á www.samleikin.fo/skjattan eru vegleiðingar til, hvussu tú brúkar appina.
Øll, sum hava Samleikan, kunnu fáa sær Skjáttuna. Tú skalt vera yvir 13 ár og hava P-tal fyri at fáa Samleikan.