Home Fólk og Samfelag Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. oktober — vøksturin er 0,6%

Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. oktober — vøksturin er 0,6%

by Lagt út ÓML

1. oktober búðu 54.668 fólk í Føroyum. Tað eru 309 fleiri enn 1. oktober í fjør. Vøksturin er 0,6%, sum er eitt sindur minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 0,8%. Hetta skrivar Hagstovan.

Hóast fólkatalið framvegis veksur, so er vøksturin minkandi. Um 300 fólk løgdust aftur at í Føroyum seinastu tólv mánaðirnar, og tað eru bara tveir triðingar av fólkavøkstrinum í undanfarna tíðarskeiði. Broytingin er javnt býtt millum burðaravlopið og nettoflytingina.Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurNov ’21Jan ’22Mar ’22Mai ’22Jul ’22Sep ’22Nov ’22Jan ’23Mar ’23Mai ’23Jul ’23Sep ’23Nov ’23Jan ’24Mar ’24Mai ’24Jul ’24Sep ‘24199020002010202053.00054.00055.00054.668,0

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum til- og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar taldi 309 fólk og kom av einum burðaravlopi á 128 og eini nettoflyting á 181 fólk.  

Fólkavøksturin seinastu tólv mánaðirnar var 148 fólk minni enn í undanfarna tíðarskeiði. Helvtin av minkingini var í burðaravlopinum og hin helvtin í nettoflytingini. Burðaravlopið var minni, serliga, tí færri vóru fødd. Nettoflytingin var minni, tí hóast færri fluttu av landinum enn í undanfarna tíðarskeiði, so vóru tað uppaftur færri, sum fluttu til landið. Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri. ok

Færri verða fødd

Trendarnir í myndini niðanfyri lýsa gongdina í føði- og deyðatalinum. Trendarnir vísa, at støðugt minkandi gongdin í føðitalinum heldur fram, meðan gongdin í deyðatalinum er við tað sama. Kelda: Hagstova FøroyapersónarFødd og deyðMált – føddMált – deyðTrendur – føddTrendur – deyðJan ’15Jul ’15Jan ’16Jul ’16Jan ’17Jul ’17Jan ’18Jul ’18Jan ’19Jul ’19Jan ’20Jul ’20Jan ’21Jul ’21Jan ’22Jul ’22Jan ’23Jul ’23Jan ’24Jul ‘2420002020050100

Færri flyta

Trendarnir í myndini niðanfyri vísa mánaðarligu gongdina í til- og fráflytingini. Gongdin í bæði til- og fráflytingini er minkandi. Tilflytingin er tó minkað nakað meiri enn fráflytingin, og tað minkar um nettoflytingina. Kelda: Hagstova FøroyapersónarFlyting til og úr FøroyumMált – tilflytingMált – fráflytingTrendur – tilflytingTrendur – fráflytingJan ’15Jul ’15Jan ’16Jul ’16Jan ’17Jul ’17Jan ’18Jul ’18Jan ’19Jul ’19Jan ’20Jul ’20Jan ’21Jul ’21Jan ’22Jul ’22Jan ’23Jul ’23Jan ’24Jul ‘24200020200100200300

Størsti vøkstur í størstu kommununum

Í kommununum var fólkavøksturin størstur í Tórshavnar, Runavíkar, Nes og Vága kommunum. Í bygdum og býum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Toftum. Kommunurnar við størstu afturgongd í fólkatalinum vóru Eiðis, Sunda, Vágs og Fuglafjarðar kommunur, har fólkatalið minkaði við um 30 fólkum í hvørjari kommunu seinasta árið. 

Talvan niðanfyri vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. oktober 2023 og 2024. Gongdin í fólkatalinum í einstøku bygdunum sæst her.

Fólkatalið í kommunum og bygdum

okt 2023 – okt 2024

 oktobermunur
 20232024persónar%
Tilsamans54.35954.6683090,6
Fugloyar kommuna4247511,9
– Hattarvík1318538,5
– Kirkja292900,0
Viðareiðis kommuna341331-10-2,9
– Viðareiði341331-10-2,9
Hvannasunds kommuna42342410,2
– Depil5500,0
– Hvannasund24925783,2
– Múli000
– Norðdepil168161-7-4,2
– Norðtoftir1100,0
Klaksvíkar kommuna5.4785.500220,4
– Klaksvík5.0945.116220,4
– Árnafjørður636523,2
– Norðoyri152151-1-0,7
– Ánirnar5049-1-2,0
– Mikladalur272700,0
– Trøllanes1514-1-6,7
– Svínoy313100,0
– Húsar394125,1
– Syðradalur, Kalsoy76-1-14,3
Kunoyar kommuna154151-3-1,9
– Haraldssund7472-2-2,7
– Kunoy8079-1-1,3
Fuglafjarðar kommuna1.6411.613-28-1,7
– Fuglafjørður1.6291.603-26-1,6
– Hellurnar1210-2-16,7
Eysturkommuna2.2732.298251,1
– Leirvík1.0321.063313,0
– undir Gøtueiði323313,1
– Gøtugjógv525423,8
– Skálafjørður, Eysturkommuna45125,0
– Norðragøta649637-12-1,8
– Syðrugøta50450620,4
Nes kommuna1.5311.568372,4
– Nes, Eysturoy36036551,4
– Saltnes165162-3-1,8
– Toftir1.0061.041353,5
Runavíkar kommuna4.3474.406591,4
– Oyndarfjørður124120-4-3,2
– Elduvík1614-2-12,5
– Funningsfjørður5351-2-3,8
– Æðuvík9888-10-10,2
– Glyvrar47348181,7
– Lamba14715032,0
– Rituvík331345144,2
– Runavík577590132,3
– Saltangará1.1701.195252,1
– Skipanes5453-1-1,9
– Søldarfjørður350345-5-1,4
– Lambareiði111219,1
– Skála757784273,6
– Skálafjørður138132-6-4,3
– Funningur4846-2-4,2
Sjóvar kommuna1.2091.233242,0
– Innan Glyvur858500,0
– Kolbeinagjógv3630-6-16,7
– Morskranes2524-1-4,0
– Selatrað434300,0
– Strendur1.0201.051313,0
Eiðis kommuna814784-30-3,7
– Eiði728701-27-3,7
– Ljósá3632-4-11,1
– Svínáir505112,0
Sunda kommuna1.8291.800-29-1,6
– Norðskáli318312-6-1,9
– Oyrarbakki166154-12-7,2
– Oyri183181-2-1,1
– Gjógv2822-6-21,4
– Haldórsvík11411510,9
– Langasandur424424,8
– Tjørnuvík4643-3-6,5
– Saksun111100,0
– Hvalvík25726031,2
– Nesvík000
– Streymnes33033000,0
– Hósvík334328-6-1,8
Tórshavnar kommuna23.10623.3212150,9
– Kollafjørður820816-4-0,5
– Oyrareingir383800,0
– Signabøur152147-5-3,3
– Argir2.5162.561451,8
– Tórshavn14.00614.1451391,0
– Kaldbak24525493,7
– Kaldbaksbotnur7700,0
– Mjørkadalur000
– Sund1100,0
– Hvítanes106105-1-0,9
– Hoyvík4.6214.663420,9
– Norðradalur9900,0
– Syðradalur, Streymoy8800,0
– Kirkjubøur8274-8-9,8
– Velbastaður25926451,9
– Hestur151500,0
– Koltur000
– Nólsoy221214-7-3,2
Kvívíkar kommuna604620162,6
– Kvívík398408102,5
– Leynar11311632,7
– Skælingur131300,0
– Stykkið353838,6
– Válur454500,0
Vestmanna kommuna1.2771.263-14-1,1
– Vestmanna1.2771.263-14-1,1
Vága kommuna2.1912.222311,4
– Sandavágur1.0241.03390,9
– Miðvágur1.1221.147252,2
– Vatnsoyrar4542-3-6,7
Sørvágs kommuna1.2291.226-3-0,2
– Sørvágur1.1331.13300,0
– Bøur7066-4-5,7
– Gásadalur131417,7
– Mykines131300,0
Skopunar kommuna471485143,0
– Skopun471485143,0
Sands kommuna535521-14-2,6
– Sandur535521-14-2,6
Skálavíkar kommuna1341542014,9
– Skálavík1341542014,9
Húsavíkar kommuna1011121110,9
– Dalur3340721,2
– Húsavík586246,9
– Skarvanes101000,0
Skúgvoyar kommuna333413,0
– Skúgvoy283027,1
– Stóra Dímun54-1-20,0
Hvalbiar kommuna649634-15-2,3
– Hvalba583567-16-2,7
– Sandvík666711,5
Tvøroyrar kommuna1.7351.74270,4
– Froðba273263-10-3,7
– Trongisvágur52452510,2
– Tvøroyri853871182,1
– Ørðavík2427312,5
– Ørðavíkslíð6156-5-8,2
Fámjins kommuna8072-8-10,0
– Fámjin8072-8-10,0
Hovs kommuna10610600,0
– Hov10610600,0
Porkeris kommuna32232530,9
– Porkeri32232530,9
Vágs kommuna1.3721.344-28-2,0
– Vágur1.3721.344-28-2,0
Sumbiar kommuna33233200,0
– Lopra7269-3-4,2
– Sumba24824800,0
– Víkarbyrgi000
– Akrar1215325,0

Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More