Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øldini verið um 2,5 barn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Men hetta er broytt síðstu fýra árini, har føðitíttleikin er minkaður munandi, niður í 2,4 børn í 2019, 2,3 bæði í 2020 og 2021, og í fjør niður í 2,05 barn. Tað er eitt stórt fall eftir so fáum árum.
Sambært íbúgvafrøðini so er ein miðal føðitíttleiki á 2,1 barn eitt týðandi markvirði, sum ikki má farast niðurum, um eitt verandi ættarlið av kvinnum í burðarførum skal kunna seta eitt nýtt og líka stórt ættarlið av kvinnum eftir seg. Umleið helvtin av hvørjum árgangi eru gentubørn, tó er talið av gentum nakað minni enn talið av dreingjum. Haraftrat er nakrar kvinnur í burðarførum aldri, sum ikki liva øll árini frá 15 til 49 ára aldur.
Hetta merkir, at er føðitíttleikin niðan fyri 2,1, so minka ættarliðini av konufólki í burðarførum aldri og harvið talið av børnum í uppvaksandi ættarliðum – og harvið fólkatalið. Tað einasta, sum kann bøta um hetta, er tilflyting av fólki uttanífrá, sum kann økja um talið av konufólki í burðarførum aldri.
Hóast hesa gongd er føroyski føðitíttleikin kortini enn tann størsti í Evropa, sum sæst seinni í greinini. Les meira her
Kelda & mynd Hagstovan