Sunda kommuna hevur gjørt ætlan fyri ferðavinnuna í økjunum og siga tey millum annað at ferðavinnan í Sunda kommunu skal vera burðardygg bæði sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga
Sunda kommuna hevur seinastu árini upplivað ein stóran ferðafólkavøkstur.
Saksun, Gjógv og Tjørnuvík eru millum best umtóktu ferðamálini í Føroyum og draga at sær bæði útlendsk og føroysk vitjandi.
Økta talið av útlendskum ferðafólki merkist og leggur stórt trýst á undirstøðukervið og setur krøv til nýggjar hentleikar. Og tá ið øll ferðafólkini leita sær til somu bygdirnar, er vandi fyri at hesar verða ovbyrjaðar. Tí er umráðandi at skapa karmar, soleiðis at ferðavinnan kann mennast ábyrgdarfult og burðardygt við neyðuga fyrilitinum fyri fólki og náttúru.
Ferðavinnan í tølum
Í 2019 vóru umleið 140.000 útlendsk ferðafólk í Føroyum. Í 2020, tá ið Koronafarsóttin
legði ferðavinnuna lamna, komu bert 30.000 útlendsk ferðafólk til Føroyar og í 2021
vitjaðu umleið 50.000 ferðafólk. Ferðavinnan hevur ment seg aftur og VFI væntar, at
umleið 140.000 útlendsk ferðafólk vitja í Føroyum í ár.
Grundarlagið undir ferðavinnuætlanini er tó fyrst og fremst, at í Sunda kommunu skal vera gott at búgva.
Ferðavinnan í Sunda kommunu skal vera burðardygg bæði sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga
» Sosialt – Ferðavinnan ávirkar í minst møguligan mun dagliga lívið hjá fólki og sosialar skipanir á staðnum. Íbúgvarnir fáa gleði av teimum átøkum og møguleikum, sum ferðavinnan hevur við sær.
» Búskaparliga – Ferðavinnan kastar av sær og gevur íbúgvum og lokala umhvørvinum búskaparligan ágóða.
» Náttúru- og umhvørvisliga – Ferðavinnan hevur minst møguligt neilig árin á umhvørvið og náttúru.
Faldarin kann lesast her