Home Fólk og Samfelag Kommunulæknaskipanin og Heilsuverkið.

Kommunulæknaskipanin og Heilsuverkið.

by Lagt út ÓML

Vit eru við eitt vegamót sum land. Borgarar hava altíð havt álit á okkara kommunulæknaskipan og okkara heilsuverkið, men nógv bendir á, at so er ikki longur. Um vit í einum mini vælferðarsamfelag ikki megna at fáa eitt heilsuverk at virka,  soleiðis at borgarar eru tryggir og nøgdir við heilsuverkið so kunnu vit bert ímynda okkum hvussu torført hetta er í stórum londum við longum avstandum millum politiska myndugleikan, stjórn, amt, kommunur v.m. Eg skal her ikki koma nærri inn á arbeiðsbyrðuna og vaktplanir hjá kommunulæknunum, men vit kunnu staðfesta at um vit høvdu eina eitt sindur meira fleksibla kommunulæknaskipan høvdu vit í dag fleiri sera dugnaligar kommunulæknar sum nú bara sita og bíða og sleppa ikki til arbeiðis orsaka av “byrokratiskum málsligum barrierum”.

Í okkara landi sær út til at Sjúkrahúsverkið, Heilsutrygd og  kommunulæknaskipanin ikki koma á mál við at fáa eina vaktarskipan at virka. Somuleiðis sær út til,  at sjúkrarøktarfrøðingar eisini eru partar í málinum ella trætuni um hvussu læknavaktin skal virka og skipast.

Heilsutrygd má hava eina læknafagliga leiðslu

Lat okkum koma til kjarnuna í málinum og tað er, at fyri tað fyrsta so skal heilsutrygd hava eina læknafagliga leiðslu sum kann stýra kommunulæknunum. T.v.s. at ein kommunulækni við drúgvum royndum skal setast sum leiðari, “samskipari” av kommunulæknatænastuni hjá heilsutrygd.

Tá vit koma til sjúkrahúsverkið, so er eisini neyðugt við neyvum mannagongdum og ábyrgdarbýti millum kommunulæknar og serlæknar í heilsuverkinum. Hetta merkir, at um ein kommunulækni ávísir ein persón til serlækna á LS so hevur hesin lækni plikt til at taka sær av viðkomandi persóni.

Tað ber ikki til at fólk koma til kommunulæknan og siga frá sjúku í hálsinum og har kommunulæknin sendir sjúkling til LS og serlæknin á LS sigur, at tað er ikki neyðugt at koma til konsulatión har. Hetta ber als ikki til og eru ábendingar um, at hetta hevur havt álvarsligar fylgjur fyri fleiri krabbmeinssjúklingar. So her mugu verða púra greiðar mannagongdir. At um ein sjúklingur verður ávístir til serlækna av kommunulækna, so skal hesin taka ímóti sjúklinginum uttan drál og metingar sum verða gjørdar uttan at hava sæð sjúklingin.

Er eingin játtan tøk, so skal hetta upplýsast

Læknar hava givið eitt læknalyftið og skulu teir eisini upplýsa sjúklingin soleiðis, at hesin hevur bestu møguleikar at blíva frískur og yvirliva og fáa bestu viðgerð. Hetta merkir, at um sjúklingur er álvarsliga sjúkur og landsins myndugleikar – politikararnir ikki hava játtan tøka til sjúkraviðgerð, so skal læknin, vísandi til læknalyftið, sjálvandi siga við sjúklingin, tú sleppur ikki til viðgerðar uttanlands og til Danmark nú, tí eingin játtan er tøk. Tí vil eg siga við teg, at um tú hevur fíggjarliga orku, so vil eg mala tær til, at søkja hjálp á privatum sjúkrahúsið sum skjótast, tí hetta kann økja tínar møguleikar fyri at yvirliva munandi betur.  

Hugsa tær, um hetta er veruleikin í Føroyum í dag, at sjúklingar ikki verða upplýstir um hesi viðurskiftir ? .

Góði lesari um 24.fo ella 24fo.news  veruliga fær vind í seglini og eg velji at seta ferð á hesa netávís so skal tú verða tryggur við at vit neyvt fara at fylgja gongdini innan Føroyska heilsuverkið. Vit hava nógvar dugnaligar læknar og sjúkrarøktarfrøðingar og heilsustarvsfólk. Men tað ber ikki til at smávegis ósemjur og logistikistur trupulleikar gera at okkara heilsuverk ikki virkar optimalt. 

Í Danmark hava tey bygt fleiri supersjúkrahús og longu nú, eru greiðar ábendingar um, at hesi ikki virka optimalt, bæði hvat viðvíkur bygging og logistiskum viðurskiftum v.m. .   

24.fo Óli M. Lassen

You may also like