Posted on by Foroya Pedagogfelag
Nú Løgtingið hevur gjørt seg inn á verkfalsrættin hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur Føroya Pedagogfelag boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at sáttmálasettu limir Føroya Pedagogfelags fara í samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 07.00 til fríggjadagin 3. november kl. 17.00.
Verkfallið er galdandi fyri allar limir sum starvast á dagtilboðum hjá Almannaverkinum:
Heimaráðgevingin
Verkstaðurin Stíggjur
Verkstaðurin á Brekku
Verkstaðurin Vón
Verkstaðurin Virkni
Verkstaðurin á Bakka
Dagtihaldið Heildin
Dagtilhaldið á Glyvrum
Dagtilhaldið Skotarók
Frítíðartilboðið í Vági
Dagtilhaldið Liljuteigur
Dagtilhaldið í Mýrusóljuni
Dagtilhaldið Fragdið
Dagtilhaldið Bólið
Dagtilboðið í Virknis og umlættingardeplinum
Frítíðarklubburin í Eysturoy, Klaksvík og á Frúutrøð
Frítíðartoymið á Høgabóli
Jolly Klubb
Klubb Trivni
Smíliklubbin
Verkshúsið Mylnugøta
Frítíðartilboðið Gerðagøta Klaksvík
Frítíðartoymið á Tingúsvegnum
Kafé og tilhaldsstaðið Fjálvi
Eisini skal nevndin í Føroya Pedagogfelag boða frá, at noktað verður limum felagsins at upptaka arbeiði, sum annars skuldi verið gjørt av øðrum fakbólkum, har yrkisfelagið hevur boða frá arbeiðssteðgi.
Nevndin.