33
Í morgun 23.11.2023 bjóðaði kommunan øllum vinnurekandi í Sunda kommunu til morgunmat.
Endmálið við einum slíkum fundi er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið. Til fundin bleiv kunnað um hvat kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.
Eisini var ein sera áhugaverd framløga frá IRF um skiljing og økonomi av skiljing
Hesin morgunfundurin, millum kommununa og vinnuna, er eitt afturvendandi tiltak, við vón um at tað framhaldandi verður virkað fyri menning og framburði í Sunda kommunu.
Kelda:sunda.fo