Home Fólk og Samfelag Tvey fólk handtikin fyri at smugla 24 kg av hashi til Føroya

Tvey fólk handtikin fyri at smugla 24 kg av hashi til Føroya

by Lagt út ÓML

Í sambandi við at tollararnir hjá TAKS í gjár kannaðu ein bil, sum skuldi í land av Norrønu, funnu teir 24 kg av hashi. Føroya Politi handtók í hesum sambandi eina kvinnu og ein mann og skuldsetti tey fyri brot á grein 191 í revsilógini, sum snýr seg um smugling av narkotika.

Ákæruvaldið framstillaði fólkini í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í morgun. Fólkini, sum eru donsk, vóru varðhaldsfongslað í fýra vikur.

Talan er um eina ógvuliga stóra einstaka nøgd av hashi við einum søluvirði á upp til 7 mió. kr. Politiið fer komandi tíðina m.a. at kanna, hvør skuldi taka ímóti hashinum í Føroyum.

Brot á grein 191 í revsilógini kann hava við sær fongsul í upp til 10 ár.

Politiið hevur í løtuni ikki fleiri viðmerkingar til málið.

You may also like