Home Fólk og Samfelag Ógvusligur eldur umborð á trolara í Klaksvík

Ógvusligur eldur umborð á trolara í Klaksvík

by Lagt út ÓML

Í gjørkvøldið kom eldur í partrolaran SLÆTTABERG sum lá við bryggju í Klaksvík.

Talan er um trolara sum JFK fyritøkan eigur. Trolarin hevur ikki verið í vinnu í rúma tíð og eingin var umborð tá eldurin kyknaði. Tað sær út til at skipið hevur fingið sera stóran skaða. So vítt kunnugt, so hevði skipið hvørkið landstreym ella egnar ljósmotorar ígongd, so ikki er lætt at meta um hvusse eldurin er kyknaður. Tað mugu nærri kanningar lýsa.

Her eru nakrar myndir.

Gamla ísfiskalínuskipið fyrrverðandi M/S PISON bleiv flutt vekk frá M/Tr SLÆTTABERG so eldur og roykskaðið ikki hendi umborð á gamla PISON sum bleiv lagdur við gomlu Skipafelagsbryggjuna.

24FO.NEWS

You may also like