Mynd 1 vísir samlaða roknskaparúrslitið (RLÚ) fyri almenna fyrisiting og tænastu, tað vil siga land, kommunur og sosialir grunnar. Almennar fyritøkur eru ikki íroknaðar, men rakstur og skuld av Eysturoyar- og Sandoyartunlinum er tald við í uppgerðini hjá landinum. Landskassin verður í Mynd 1 róptur Landsstýrið, ið merkir landskassin íroknað Eystur- og Sandoyartunlarnir. Uppgjørt er eftir tjóðarroknskaparligum myndli.
Hóast stóra framgongd í búskapinum seinastu 10 árini, eru yvirskotini í almennu fyrisitingini og tænastuni sera avmarkaði. Hetta skyldast bæði, at inntøkur landskassans eru minkaðar vegna skattalættar, og tí útreiðslurnar eru øktar.
Mynd 1
Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.
Kelda: Landsbankin.fo