Home Fólk og Samfelag Kanna staðseting av flogvølli á Glyvursnesi

Kanna staðseting av flogvølli á Glyvursnesi

by Lagt út ÓML

Tórshavnar býráð samtykti í dag at fara undir at fáa tilfar til vega, sum vísir, hvussu flogvøllur, ið er upp til 3 langur og sum lýkur krøv til breidd til altjóða flúgving, best kann staðsetast í økinum. 

Haraftrat skal gerast tilfar um, hvussu flogvøllurin kemur at síggja út í mun til hædd o.a. í lendinum, og sum kann geva ábendingar um, hvussu lendisarbeiðið kann skipast. 

Ætlan at gera floghavn ella flogvøll á Glyvursnesi er frá 1980´unum. Veðurkanningar vísa, at møguleikar er fyri betri reglusemi í flogferðsluni. Flogvøllurin skal eisini kunna taka ímóti størri flogførum. Stór menning er í flogferðsluni bæði við ferðafólkum og farmi.
 
Rambøll gjørdi í 2019 nýggja kanning av óljóði og frástøðu til verandi býarøki og framtíðar býarvakstrarøki á Hamrinum og undir Kirkjubøreyni. Sambært árinskanningini verða økini ikki órógvað av óljóði frá flogvøllinum. Samstundis gongur tøkniliga menningin tann vegin,
at flogførini yvirhøvur geva minni ljóð frá sær.
 
Fáast skal til vega tilfar, ið lýsir, hvussu flogvøllur, ið er uml. 2.700-3.000 metrar langur og sum lýkur krøv til breidd til altjóða flúgving, best kann staðsetast í økinum. Haraftrat skal gerast tilfar um, hvussu flogvøllurin kemur at síggja út í mun til hædd o.a. í lendinum, og sum kann geva ábendingar um, hvussu lendisarbeiðið kann skipast. 
 
Endamálið við hesum er at fáa betri grundarlag til víðari fyrireikingar, harímillum skipanarlig og fíggjarlig viðurskifti. úrslitið av hesum verður lagt aftur fyri býráðið til politiska støðutakan. Borgarstjórin mælti til at játta hálva millión til endamálið.

Ein meiriluti í fíggjarnevndini tók herfyri undir við ætlanini.

Kelda & mynd: torshavn.fo 30-05-2024

You may also like