Home Fólk og Samfelag Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. mai — vøksturin er 0,7%

Knapt 54.700 fólk búðu í Føroyum 1. mai — vøksturin er 0,7%

by Lagt út ÓML

Fólkatalið vaks við 383 persónum seinasta árið, og 1. mai búðu 54.683 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,7%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.

Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Samstundis var fólkavøksturin seinasta árið tann minsti síðan 2014. 
Fólkavøksturin, sum tók dik á seg í 2014, náddi toppin á sumri í 2019, tá umleið 900 fólk løgdust afturat í einum 12-mánaðarskeiði. Síðan tá er fólkavøksturin minkaður spakuliga, og nú líkist hann nógv árliga vøkstrinum á sumri í 2014.


Myndin niðanfyri vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985. Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda: Hagstova FøroyapersónarFólkataliðMáltTrendurMai ’14Sep ’14Jan ’15Mai ’15Sep ’15Jan ’16Mai ’16Sep ’16Jan ’17Mai ’17Sep ’17Jan ’18Mai ’18Sep ’18Jan ’19Mai ’19Sep ’19Jan ’20Mai ’20Sep ’20Jan ’21Mai ’21Sep ’21Jan ’22Mai ’22Sep ’22Jan ’23Mai ’23Sep ’23Jan ’24Mai ‘24199020002010202047.50050.00052.50055.00057.50054.683,0

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kom av einum burðaravlopi á 141 og eini nettoflyting á 242 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at burðaravlopið minkaði samanborið við undanfarna tíðarskeið, tí hóast deyðatalið minkaði, so minkaði føðitalið meir. Nettoflytingin minkaði eisini samanborið við undanfarna tíðarskeið, tí tilflytingin minkaði meiri enn fráflytingin. Samanlagt løgdust færri fólk afturat enn í undanfarna tíðarskeiði.br

Færri flyta til

Kelda: Hagstova Føroya 10 juni 2024

Tú kans lesa meira her

You may also like

Leave a Comment