Home Fólk og Frítíð Feira tað, – sum vit megna saman

Feira tað, – sum vit megna saman

by Lagt út ÓML

Røða, sum býarverkfrøðingurin flutti fram, tá reisigildi var hildið fyri svimjihøllini týsdagin.

Góðan dagin øll somul.
 
Tað er mær ein stór gleði at standa her í dag saman við tykkum, sum býarverkfrøðingur hjá Runavíkar Kommunu, og halda reisigildi fyri nýggju svimjihøllini.
 
Vit eru her í dag fyri at fegnast um, at vit nú kunna halda reisigildi fyri okkara nýggju stásiligu svimjihøll. Eitt stórt stig, sum hevur verið leingi ávegis.
 
At halda “reisigildi” er gomul siðvenja, sum merkir, at ein byggiverkætlan er komin til eitt týðandi vegamót, har karmurin er liðugur, bjálkarnir lagdir, og takkonstruktiónin er komin upp.
 
Men hetta er ikki bara eitt reisigildi, har vit feira uppsetingina av einari konstruktión – vit feira, tað sum vit megna saman. Sum ein kommuna. Sum eitt toymi.
 
Nýggja svimjihøllin, sum Jan Alexson, verkætlanarleiðari hjá Kanjon, so væl hevur greitt okkum frá frammanundan, verður ein partur av ítróttarmiðdeplinum her í Runavík. Hetta fer at vera eitt stað, sum fer at menna okkara kommunu og samfelag; og vónin er, at hetta fer at skapa karmarnar fyri einum miðdepli sum rúmar læring, venjing og hugna hjá børnum og hjá vaksnum. Og tað skal vera mín vón, at tit øll fara at taka tykkum fulla nyttu av hesum møguleikanum.
 
Og sjálvandi hava vit valt eina grøna orkuloysn til upphiting av svimjihøllini, sum er ein sera orkukrevjandi bygningur.
 
Orkuloysnin er ikki bert til svimjihøllina, – men til alt ítróttarøkið. Tí eru borað 28 jarðhitahol, sum í hvør sínum lagi eru 300 metrar djúp. Tað vil harvið siga, at tilsamans eru borað áleið 8,5 km jarðhitahol kring um í ítróttarøkinum, og kunnu vit við stoltleika siga, at hetta er tann størsta jarðhitaloysnin í Føroyum.
 
Elinor Roosenvelt verður ofta endurgivin fyri at hava sagt: “Framtíðin er teirra, sum trúgva vakurleikanum í dreymunum”.
 
Fyri 60 árum síðan byrjaði dreymurin hjá limunum í Neptun, sum gingu hús úr húsi til tess at savna inn pening og stuðul til eina svimjihøll omanfyri skúlan á Glyvrum. Nú er dreymurin um eina svimjihøll ikki longur bert ein dreymur, men er nærri veruleikanum enn nakrantíð áður.  
 
Hetta hevur ikki bara verið ein løtt leið. Vit hava havt nógvar avbjóðingar, væntaðar eins og óvæntaðar, sum til tíðir hevur gjørt tað truplari at koma á mál. Eitt nú veðrið í vetur og undir verkfallinum fingu vit nakrar logistiskir avbjóðingar, ið hava gjørt tað trupult at fáa tilfar fram til rætta tíð – men eisini hetta hava vit loyst.
 
Men hvør avbjóðing hevur bert gjørt okkum sterkari og meira samansjóðað sum eitt toymi. Eitt toymi, sum hevur megnað støðugt at halda framdrift í verkætlanini.
 
Sum við øllum stórum byggiverkætlanum so hava langar fundarrøðir, samráðingar og støðutakanir verið gerandisdagurin, men eisini hava vit havt okkara meiri hugaligu løtur í prosessini.
 
Verkætlanin er vorðin eins og eitt barn hjá okkum øllum sum eru involverað – eitt barn vit royna at kjúkla um og passa uppá, soleiðis, at úrslitið verður so gott sum gjørligt.
 
Í samband við ein fund um byggingina, segði ábyrgdarin fyri svimjihøllum í Keypmannahavnar kommunu, at tað er bert eitt slag av bygningi, sum er meira avbjóðandi at byggja enn ein svimjihøll. Tað er eitt kjarnorkuverk. Kanska tað verður tað næsta. Eg veit nú ikki hvussu satt hetta er, men tað avspeglar í hvussu er, hvussu krevjandi tað er at gjøgnumføra eina tílíka verkætlan. Fyri allar partar, ið eru involveraðir.
 
Vit eru bert ein lítil umsiting í Runavíkar kommunu, men við dugnaligum og nærløgdum starvsfólki hava vit fingið hetta at bera til.
 
Tað kemst ikki uttanum at nevna byggifelagið Kanjon, sum tók uppá seg at fremja hesa verkætlan, – tá ið onnur boykottaðu ætlanina um svimjihøll.
 
Eina serliga takk eiga øll tit, sum áttu neyðuga dirvið at fara undir hesa verkætlanina.
 
·      Høvuðsarbeiðstakari er Kanjon við sínum starvsfólkum.
 
·      Undirveitarar:
 
Blikksmiðjan
Elcon
Klima
Flísamúrarin
Málarameistarin
Múrskeiðin
Zacharias Leitisstein
Brunnborðing
 
·      Arkitektar: BBP
·      Verkfrøðingar: Sweco,
·      Ráðgevarar: Spenn og PBC.
·      Byggiharraráðgeving og byggileiðslu: Ráð – Brimnes brøðurnir.
 
Tit eru øll ein ómissiligur partur av hesi verkætlan, og hevði hetta ikki verið gjørligt uttan tykkum.
 
Hin vísi Albert Einstein tók einaferð soleiðis til: “At liva er sum at súkkla. Fyri at halda javnvágini mást tú vera í støðugari rørslu”. Haldi at vit kunna siga tað sama um at vera partur av eini verkætlan sum hesari.
 
Kann við vissu siga, at vit øll, sum eru ein partur av byggjarínum, hava so dyggiliga arbeitt fyri at vera í rørslu og fyri ikki at sleppa javnvágini, her hevur verið støðug framskrúva.
 
Vit hava klárað tað, og vit hava verið trúgv ímóti upprunaprosjektinum, sum BBP arkitektar saman við verkfrøðingunum hjá Sweko hava verkætlað.
 
Lat okkum nú fagna hesum avriki og gleðast um tíðina, ið liggur okkum fyri framman.
 
Takk til øll fyri tykkara stuðul, og ikki minst fyri at møta so fjølment her í dag.
 
Vit síggjast í svimjihøllini næsta ár.

Kelda & mynd: runavik.fo 24. juli 2024

You may also like

Leave a Comment