Home VinnaVinna & Samfelag Búskapurin framvegis í framgongd

Búskapurin framvegis í framgongd

by Lagt út ÓML

Búskapurin veksur framvegis. Búskaparráðið metir, at vøksturin í BTÚ var 5,6% í 2023, verður 4,7% í ár og 3,3% í 2025 í leypandi prísum.

Búskaparráðið hevur gjørt eina dagførda meting av vøkstrinum í BTÚ fyri árini 2023 – 2025. Metingin av vøkstrinum í BTÚ fyri 2023 – 2025 verður gjørd í leypandi prísum, og er mettur at verða ávikavist 5,6% í 2023, 4,7% í 2024 og 3,3% í 2025. Tað merkir, at BTÚ í 2023 er mett at vera 26,6 mia. kr., 27,8 mia. kr. í 2024 og 28,7 mia. kr. í 2025, sí talvu 1 niðanfyri.

Talva 1 BTÚ og BTÚ vøkstur í leypandi prísum

Onnur lyklatøl vísa eisini vøkstur. Starvsfólkatalið (fyrr lønmótakarar) er vaksið seinastu nógvu árini og vaks 1% í tíðarskeiðinum juli 2023 til juni 2024, samanborið við sama tíðarskeið árið fyri. Talið av útlendingum í arbeiðsfjøldini vaks enn skjótari, við 9%, sí talvu 2

Eisini lønargjaldingarnar eru vaksnar munandi seinastu árini, sí talvu 2. Orsøkin kann vera hækkingar í tímalønini og hækkandi tal av starvsfólkum. Hækkandi lønargjaldingarnar kunnu eisini verða eitt tekin um, at starvsfólk arbeiða fleiri tímar. Eitt nú kann hækkaða kostnaðarstøðið hava ført við sær, at fólk eru farin at arbeiða fleiri tímar, ella átaka sær fleiri størv.

Talva 2 Arbeiðsmarknaðarhagtøl

Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.

Kelda: Landsbankin 17-09-2024

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More