Í nýggjastu brúkarakanningini hjá Hagstovu Føroyar er vísitalið fyri bjartskygnið hjá húsarhaldunum hægri sammett við kanningini í januar 2024.
Mynd 1 vísir gongdina í vísitalinum fyri føroysku húsarhaldini og sum sæst á myndini er treystið hjá føroysku húsarhaldunum hækkað eitt vet. Vísitalið vísir millum annað, hvussu brúkarin metir búskaparstøðuna vera.
At bjargskygnið hjá húsarhaldunum er hægri í juni kanningini samanborið við kanningina í januar, kann hanga saman við, at mong hava fingið lønarhækkan og skattalætta, og harumframt eru útlit til lækkandi rentur. Prísirnir veksa heldur ikki longur við somu ferð og harafturat er arbeiðsloysi framvegis sera lágt og tí er arbeiði til allar hendur.
Størsti parturin av húsarhaldunum (áleið 57%) spara nakað upp. Sambært brúkarakanningini er talið av teimum, ið júst fáa endarnar at røkka saman, nærum óbroytt samanborið við seinastu kanning (frá 25% til 27%), ið helst stendst av, at flest øll hava eitt starv í dag. Húsarhaldini vænta, at teirra fíggjarstøða verður betri um eitt ár.
Húsarhaldini eru minni bjartskygd, tá tað kemur til føroysku búskaparstøðuna komandi ár, men eru tó ikki eins svartskygd, sum tey vóru í januar 2024. Kjakið í almenna rúminum hevur seinastu tíðina verið tengt at geopolitiskum óvissum, verkfall, undirskot á fíggjarlógini, og at føroyski fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur. Hetta kann ávirka, hvat fólk halda um búskaparstøðuna í Føroyum, hóast búskaparvøksturin seinastu árini hevur verið stórur, arbeiðsloysið søguliga lágt, og løntakaratalið methøgt.
Mynd 1 Vísital – samlað brúkaravísital fyri føroysku húsarhaldini
Les heystfrágreiðingina hjá búskaparáðnum her.
Kelda: Landsbanki Føroya