Hetta skrivar Óli M. Lassen býráðslimur í Klaksvík og stjóri á 24FO.NEWS
Øll kunnu koma í tað støðu at verða rakt av hækking / netaálopið ella D dos alopið ella øðrum óhepnum viðurskiftum á netinum, sum eg ikki skal koma inn á her, men tá risafyritøkur ella almennir stovnar ella kommunur koma út fyri hesum er tað enn meira álvarsamt, tí um hetta hendir oftani í einum landi,so er álitið millum brúkarar ella borgarar vikna munandi og ein ótti merkist í samfelagnum. Hetta setur heilt serlig krøv til almennar stovnar og almennar mynduleikar.
Klaksvíkar kommuna sigur í tíðindaskrivið 23-09-2024 millum annað soleiðis :
“Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi
“Um vikuskiftið varð Klaksvíkar kommuna rakt av netálopi. Starvsfólk hjá kommununi arbeiða í løtuni saman við avvarðandi myndugleikum fyri at finna útav, júst hvat er hent, og hvør avleiðingin er.
Ítøkiliga merkir hetta, at fleiri av telduskipanunum eru óvirknar í løtuni. Hetta er ein trupulleiki, sum í stóran mun rakar fyrisitingina hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.”
Á tíðindafundi 3 oktobur sigur borgarstjórin soleiðis:
“Vit kunnu vátta, at ein avtala er gjørd við teldusníkarnar, soleiðis, at Klaksvíkar kommuna nú hevur fingið atgongd aftur til allar dáturnar, og eru tær goymdar á tryggum staði. Tað var sera týdningarmikið, at kommunan aftur kundi fáa atgongd til okkara dátur fyri at tryggja kommununa, virksemið og málsviðgerð.”
Víðari sigur borgarstjórin
“ Vit eru greið yvir, at tað er óvanligt, at ein kommuna velur at samráðast við fólk, sum gera slíkan kriminalitet. Men av tí at talan er um somikið virðismikla vitan og upplýsingar, hava vit valt hesa loysnina. Talan er um eitt løgreglumál, og arbeiðir løgreglan í løtuni at finna fram til útgerð, ið hevur verið nýtt í álopinum. Av tí at talan er um eitt løgreglumál, kunnu vit ikki siga meira um henda partin av málinum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.”
I dagførdari grein á Norðlýsinum frá 3 oktobur 2024 skriva tey á Norðlýsinum, at kommunan fer at gjalda loysigjald uppá 800.000,00 kr fyri at fáa dátur aftur.
Teir ósvaraðu spurningarnir eru fleiri:
Nevniliga hvussu hetta kundi henda, hvat var galið við trygdarskipanini hjá kommununi ? Hevur KT deildin hjá Kommununi gjørt umsitingina varðuga við at KT-trygdin í skipanunum ikki var nøktandi? Hvat talan av backup skipan var talan um, hvør er veitarin av skipanini? Er talan um eitt eldri modell av backup skipan, sum átti at verið dagførd?
Klaksvíkar kommuna gjørt stórar íløgur í KT og uppraðfestan at KT
So vítt sum eg veit, valdi kommunan fyri fáum árum síðani at skifta út alt hardvare og uppdatera alt KT kervið. Haraftrat haldi eg tað var í 2023 at ein innanhýsis KT deild var sett á stovn. Uttan at komprimitera kanningararbeiðið hjá altjóða løgregluni, so eiga vit sum býráðslimir at fáa at vita, hvat ítøkiliga gekk galið. Spurningurin er, hví virkaði back upp skipanin ikki, ella sagt á annan hátt, hvussu var møguligt hjá hakkarum at niðurleggja backup skipanina hjá kommununi.
Kann eisini hugsast at hendan vitan hevur stóran áhuga hjá øðrum kommunum og almennum stovnum og privatum virkjum, um hesi hava nýtt somu trygdarskipan, uppsetan og dátuverju sum Klaksvíkar kommuna.
Hvussu tryggjar býráðsleiðslan okkum, at tann nýggja skipanin teir innføra nú er eftirkanna av bestu serfrøðingum og at teldusníkarnir ikki hava eina back door til skipanina ella á annan hátt kunnu hótta trygdina í okkara KT skipan. Soleiðis at vit trygt kunnu lýta á at Kommunan arbeiðir á tryggari grund. Eitt er vist, tað kemur at kosta Klaksvíkar kommunu nógvar milliónir krónur at fáa KT trygdina og viðurskiftini aftur í rættlag.
4 oktobur 2024
Óli M. Lassen, býráðslimur
Illustrativar myndir eru frá: 123RF