64
Almennu útreiðslurnar vóru knappar 13,2 milliardir krónur í 2023. Hetta er ein øking á 1,2 milliardir ella 9,2 prosent í mun til 2022. Serliga eru tað stórar íløgur í ítróttaranlegg og vegir og tunlar hjá bæði landi og hjá kommunum, sum eru orsøk til stóra útreiðsluvøksturin. Hetta skrivar Hagstovan.
Samlaðu útreiðslurnar hjá almenna gerianum vóru 13,18 milliardir krónur í 2023, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 13,14 milliardir krónur. Almenni geirin hevði sostatt eitt undirskot á góðar 40 milliónir í árinum. Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, ríkisstovnar og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta.
Tú kanst lesa meira her frá Hagstovu Føroya 10 okt. 2024