Home Uncategorized 17 oktobur er eisini ein serligur dagur á 24FO.NEWS

17 oktobur er eisini ein serligur dagur á 24FO.NEWS

by Lagt út ÓML

Góði lesari, seinastu tíðina havi eg roynt at skipa tíðindaportalin ella netmiðilin, soleiðis at vit koma nærri tí almenna útgavudegnum.

Tað er gleðiligt at so mong longu nú vitja 24fo.news. Kommunuvalið er fyri framman og er ætlanin at tey í stilla upp skulu fáa ført fram teirra sjónarmið ókeypis á 24fo.news, tó er ikki møguligt at fáa allar greinar við hjá øllum valevninum.  Ætlanin er at 24fo.news skal fevna breitt. Hetta merkir eisini at ætlanin er at hava nógv fokus á høvuðsstaðin og tað sum rørist har. Innan ítrótt fara vit ikki at skriva so nógv um fótbólt, flogbólt og hondbólt sjálvt um hetta eru stórar og áhugaverdar ítróttagreinar í Føroyum. Hetta verður val lýst á ymisku miðlapallunum í Føroyum í dag.

Privatu miðlanir tann berandi súlan í fjølmiðlalandslagnum

Skulu privatu miðlanir sum jú eru tann berandi súlan í fjølmiðlalandslagnum og tað er har søgurnar sum oftast fyrst koma fram, so má stuðulin broytast munandi. Um vit skulu samanbera okkum við privatu miðlarnar í Danmark so skuldu teir privatu miðlanir í Føroyum fingið ein miðlastuðul uppá einar 4 milliónir krónur.  Vit skulu hava eitt gott alment útvarp og sjónvarp, men tá tað er sagt so má man eisini rokna við at tey tíðindir tey koma við ikki hava eina “forsinkilsiseffekt” uppá einar til tveir dagar í mun til privatu miðlarnar. Hartil sær tað út til at somu tíðindir ganga aftur, og tí kann fatanin hjá lurtaranum verða at tey sum framleiða tíðindir ikki hava lurta teir undanfarnu dagarnir og tískil taka somu tíðindir uppaftur ein til tríggjar dagar seinri.  Tað er ikki serliga hugaligt at lurta eftir. Vit hava jú hoyrt um “smart brillurnar” hjá læknunum og teirra møguleikar at skurðviðgera.  Tá vit koma til Føroya Løgting so er tað sera løgið at fjølmiðlarnir ikki hava atgongd til matstovuna í Løgtinginum har eru hurðarnar lastar hetta má ikki sigast at verða serliga demokratiskt, og fara vit at kann um parlamentini kring okkum og teirra kantinur er lukka land fyri fjølmiðlunum.  Neyvan.   

Vit fara at hava fokus á tíðindir, vinnu og samfelagsviðurskifti í síni heild.

Tit eru vælkomin at skriva til: info@24fo.news.

Klaksvík tann 17 oktobur 2024

Óli M. Lassen

You may also like

Leave a Comment