Home Fólk og Samfelag Suðuroyartunnilin má ikki verða ein panikkloysn har man roynir at spara nakrar milliardir krónur

Suðuroyartunnilin má ikki verða ein panikkloysn har man roynir at spara nakrar milliardir krónur

by Lagt út ÓML

Nú KVF hevur viðgjørt váðametingar og kostnaðin av at gera suðuroyartunnilin v.m. , kemur fram at man møguliga ætlar at smalka vegbreiddina í tunlinum.

Kvf visti at siga, at við einari skerdari verkætlan fór tunnilin frá at vera 10,5 metrar breiður, sum er breiddin á Eysturoyartunlinum, niður í níggju metrar breidd, og er tað tað sama sum Sandoyar tunnilin.

Føroyskir tunlar verða vanliga bygdir eftir norskum leisti og har man partvís fylgir norskum trygdarkrøvum. Hetta kom eisini fram í breddanum hjá kvf har stjórin í PF Suðuroyartunnilin Teitur Samuelsen var gestur.

Vit sum hava koyrt gjøgnum fleiri tunlar í Noreg vita at teir eru sera ymiskir, nakrir er vakrir og tryggir at koyra ígjøgnum, meðan aðrir eru myrkir, smalir og hava brattar brekkur og krøpp sving og har ferðin tykist at verða alt ov høg eisini. Hartil hava teir yvirhalingsbanar og frakoyringar alt hetta virkar ser ógvusligt og ørkymlandi tá man ikki er vanur at koyra har.

Sandoyar tunnilin er eitt sera stórt framstig fyri fólkið á Sandoynni og okkum ferðandi, ein fantastiskt íløga. Men tá tað er sagt so er hann heldur myrkur og smalur og kann virka sum um hann er gjørdur fyri fleir árum síðani. Bæði Viðareiðistunnilin og Eysturoyartunnilin virka munandi meira ljósir og ferðsluvinarligir.

Tá umræður ein Suðuroyartunnil so má hesin verða minst á hædd við Eysturoyartunnilin, men sum stjórin í tunnilsfelagnum segði frá so er alt relativt, skal man hava trygdarrúm fyri hvørjar 500 metrar ella fyri hvørjar 1000 metrar og sum tá verða gjørdir munandi meira “robustir” enn teir á 500 metrum.

Fyri okkum ófaklærd og við lítlum kunnleika til tunnilsverkætlanir kann tað tó tykjast sum eitt gott hugskot út frá einari samferðslu ætlan og trygd at binda Skúvoynna uppí verkætlanina.  

Tó hevur tað týdning at gera tær neyðugu kanningarnar so greiða kann fáast á kostnaðinum. Fer tunnilin at kosta 5 milliardir ella einar 10 milliardir kr. ?

Hví ikki kann ymiskar fíggingarkeldur, danska statin, norska oljugrunnin, amerikanskar fíggingarstovnar og kinesiskar fíggingarstovnar, og aðrar upplagdar fíggingarleistir.

Eitt er vist at gera ein Suðuroyartunnil ið er undirdimisioneraður og ikki hevur somu breidd sum Eysturoyartunnilin gevur onga meining.

You may also like

Leave a Comment