Í gjár vóru júst 100 ár liðin, síðani Frelsunarherurin í Føroyum varð settur á stovn. Tí varð skipað fyri hátíðarhaldi í Reinsarínum við bæði tónleiki og røðum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, bar fram eina heilsan:
“Góðu tit í Frelsunarherinum!
Tað er mær ein gleði at sleppa at bera tykkum eina lítla heilsan í dag, nú tykkara stóri, rundi dagur er, tí tað var jú 23. oktobur í 1924, at alt byrjaði. 100 ár eru ikki 100 dagar. Eitt megnararbeiði, ið er farið fram øll hesi árini. Bæði Føroyar og Havnin hava notið gott av tykkum og tykkara arbeiði, sum í serligan mun kemur teimum til góðar, ið kanska ikki so væl megna at fóta sær sjálvi. Tað skulu tit hava eina hjartans tøkk fyri, tí skal nakað sigast stutt um Frelsunarherin, so er tað, at tit ikki bara prædika gleðiboðskapin. Nei, tit liva eisini gleðiboðskapin í verki, har tað at elska næstan stendur frammarlaga og við árunum er blivið tykkara serliga eyðkenni.
Frelsunarherurin, ið William Booth setti á stovn í 1865, kom av álvara higar til lands smá 60 ár seinni – og restin er søga, sum vit plaga at taka til. Tað var eisini hann, sum á sinni segði, at “tú kanst ikki hita eitt menniskjahjarta við at prædika Guðs kærleika, um tey sita svong og køld og lýða á.”
Herbergið, Frælsið og tykkara bankandi hjarta fyri øllum teimum, sum onkursvegna endaðu á lívsins skuggasíðu, er okkum øllum til fyrimynd. Vit vita øll, at vit eiga at elska næstan sum vit elska okkum sjálvi, og tit minna okkum áhaldandi á, at tað ber til – og ikki minst – hvussu tað kann gerast.
Eitt annað sereyðkenni, eg stutt skal nerta við hesa løtu, er tann reyði tráðurin í tykkara virki, sum er, at tit boða gleðiboðskapin við gleði. Tykkara útimøti á ólavsøku eru nakað, mong okkara ikki vildu verið fyriuttan, tí har er gleðiboðskapurin fremst í bæði talu, sangi og tónleiki – og tað hoyrist! Sjálvur havi eg heilt frá barnsbeini av havt ta gleði at vitja tykkum av og á, og eg havi kent, hvussu tað er at fara glaður og upplyftur útaftur – sálarliga ríkari, enn tá ið eg kom.
Við annað høvi fái eg møguleikan at siga meira, men her og nú vil eg bara vegna Tórshavnar kommunu takk tykkum hjartaliga fyri tykkara arbeiði. Vit eru øll somul glað og errin fyri tykkum og tykkara virki, og tað sæst eisini á, hvussu mong eru komin at heilsa upp á tykkum her í dag.
Alt tað besta og Guðs signing í komandi tíðum!”
Kelda & myndir: torshavn.fo 24 okt. 2024