Home Fólk og Frítíð Barnaskrúðgonga í gjár

Barnaskrúðgonga í gjár

by Lagt út ÓML

Aftur í ár er Fjølmentanarvika og mong spennandi tiltøk á skrá. Í góðveðrinum í gjár luttóku børn úr øllum Føroyum á stórari skrúðgongu í Havn.

Skrúðgongan byrjaði á Ovara vølli í Gundadali við undirhaldi.

Síðani fór fylgið oman á Vaglið, har undirhald og røður vóru á skránni.

Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:

“Í dag fara vit undir eina av mest spennandi vikunum í Tórshavnar kommunu, tí nú eru tað tilflytarar og tey, sum eru komin til okkara, ið standa í miðdeplinum. Vit eru øll sera spent, hvat vikan hesaferð hevur at bjóða og hvørjar upplivingar vit fara at fáa, men heilt vist koma vit at síggja og uppliva okkurt, ið vit hvørki kendu til ella vistu um frammanundan.

Ikki minst læra vit nakað um, hvussu vit øll eru runnin av somu rót, men tó kunnu vera so ymisk, tí vit eru fødd og uppvaksin í hvør sínum umhvørvi. Vit vita jú, hvussu tað er, har sum føroyingar samlast kring knøttin, at tá leingist okkum eftir øllum tí, vit hava heima. Okkum leingist eftir okkara kæru og okkara vinum, men eisini sovorðnum sum serliga føroyska matinum og tí, sum er okkara sereyðkenni. Tað sama uppliva tey, sum koma til okkara, so tí mugu vit duga at fevna og fata alt tað, tey hava við sær – akkurát sum tá ið vit fara til teirra. Hetta er tí eitt gylt høvi at víðka sjónarringin og at fáa eina fatan av, hvussu tey síggja okkum, tí “gløgt er gestins eyga”.

—  

At enda vil eg ynskja fyri okkum øll, at vit saman fáa eina góða viku við bæði lærdómi og íblástri, tí tá vit læra eitt sindur av hvørjumøðrum, verða vit øll ríkari. Og so skal eg eisini takka tykkum børnum, fyri at tit hava gjørt hesa løtuna í dag so góða. Tit eru framtíðin og kunnu við at knýta vinarbond gera tykkara til, at eisini teir yngstu og smæstu tilflytararnir kenna seg væl og alt annað enn einsamallar í Føroyum. Tað skal vera pláss fyri okkum øllum, og eingin dugir sum tit, góðu børn, at vísa okkum øllum, hvat góður og fevnandi felagsskapur er, tá ið hann er bestur.”

Les meira um Fjølmentanarvikuna her.

Kelda & myndir: torshavn.fo 29 okt.2024

You may also like

Leave a Comment