Home Fólk og Frítíð Kom og royn nýggja langhylin og vælveruøkið – ókeypis!

Kom og royn nýggja langhylin og vælveruøkið – ókeypis!

by Lagt út ÓML

Í sambandi við at nýggi langhylurin letur upp tann 5. november 2024, verður ókeypis atgongd til allar hentleikarnar í Svimjihøllini í Gundadali, eisini nýggja vælveruøkið.

Vikuskiftið

Í vikuskiftinum frá fríggjadegnum 8. november til og við sunnudagin 10. november, verða vælveruøkið og langhylurin tó einans nýtt til svimjikapping. Í vikuskiftinum verður ókeypis tilboðið sostatt bert galdandi fyri eldra partin av svimjihøllini.

Avmarkingar

Allar vanligu reglurnar fyri Svimjihøllina í Gundadali eru galdandi, meðan tilboðið er. Hetta merkir millum annað, at øll skulu hava armband til skáp, og at í mesta lagi 200 fólk sleppa inn í høllina í senn.

Kelda & myndir torshavn.fo 1 nov. 2024

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More