Home Fólk og Samfelag Marius Müller 25 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu

Marius Müller 25 ára starvsdag hjá Tórshavnar kommunu

by Lagt út ÓML

Í gjár var hátíðarhald í sambandi við, at Marius Müller hevði 25 ára starvsdag.

Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra:

“At Marius endaði her í teknisku fyrisiting, var ikki sjálvsagt. Marius er av stórari bóndaslekt, eini tí størstu í Suðurstreymoy. Men ambitiónirnar førdu hann til Grønlands – altso Snikkaravirkið í Grønlandi – har hann í miðjum 70’unum lærdi til snikkara. Henda royndin við handverki og bygging legði grundarlagið fyri hansara framtíðar yrkisleið.

Í 1984, eftir at hava lisið til byggifrøðing, vendi Marius aftur til Føroya, har hann byrjaði sum ráðgevandi verkfrøðingur hjá LBF og seinni sum byggileiðari hjá BGW. Í 1995 byrjaði Marius hjá Tórshavnar kommunu á Byggideildini. Skjótt løgdu øll merki til hansara góðu evni og eldhuga, og longu í 1997 gjørdist hann fyrsti tekniski tekniski stjóri hjá kommununi. Hetta starvið hevði hann til 2004. Hesa tíð skipaði hann fyrisitingina og setti sín dám á mongu týðandi verkætlanirnar tá.

Seinnu árini hevur Marius verið leiðari á Byggimálsdeildini, og er hann nú settur í starvið sum leiðari á Umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu. Tað er látur og gott lag, har Marius er. Tú hevur eisini verið virkin í trivnaðinum á arbeiðsplássinum. Ikki bert við skemtisøgum, men eitt nú hevur tú verið millum berandi røddirnar í legendarisku Tórskallar. 

Góði Marius – hjartaliga til lukku við 25 ára starvsdegnum og takk fyri avrik tíni, sum hava gjørt mun og ávirkan okkara bý og kommunu.”

Kelda & myndir: torshavn.fo 1 nov. 2024

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More