Home Fólk og Samfelag Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari settur

Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari settur

by Lagt út ÓML

Magnus Madsen í starv sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari í Sunda kommunu. Hanne er útbúgvin maskinmeistari, innsatsleiðari og elektrikari. Magnus kemur úr starvi í Vága Floghavn, .

Sunda kommuna søkti nýggja starvið sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari leyst í september. Talan er um eitt fjølbreitt og samansett starv, og Sunda kommuna ynskti ein við sjóvinnuligari-, tilbúgvingarligari- ella handverksligari útbúgving.

8 umsøkjarar vóru til starvið, og Sunda kommuna hevur sett Magnus Madsen í starv sum Havnameistari og Tilbúgvingarleiðari. Magnus er 52 ára gamal kvívíkingur búsitandi í Leynum. Magnus er útbúgvin maskinmeistari, innsatsleiðari og elektrikari. Magnus kemur úr starvi í Vága Floghavn, har hann hevur starvast síðan 2007, fyrst sum brandmaður og síðan sum átaksleiðari síðan 2012. Magnus byrjar í starvinum í november.

Vit í Sunda kommunu ynskja Magnusi vælkomnum.

Kelda & mynd: sunda. fo 30.10.2024

You may also like

Leave a Comment