Home Fólk og Samfelag Kanning: Eru vit framvegis líka virkin á arbeiðsmarknaðinum?

Kanning: Eru vit framvegis líka virkin á arbeiðsmarknaðinum?

by Lagt út ÓML

Í viku 47 frá 18. til 23. november ger Hagstova Føroya árligu kanningina um arbeiðsmegi fyri 2023.

Í 2023 vóru 32.655 fólk í føroysku arbeiðsmegini, sum er ein vinnutíttleiki á 83,9%. Vinnutíttleikin í Føroyum hevur verið tann størsti í Evropa í nógv ár, við Íslandi næst aftanfyri.

vinnutíttleiki

Arbeiðsmegin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru búsitandi í Føroyum og eru millum 15-74 ár. Seinastu kanningarnar hava víst, at vinnutíttleikin er høgur í øllum aldrum, frá ungum til tey eldru.

vinnutíttleiki

Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.300 fólk uppringd av Hagstovuni, ung sum eldri. Telefonnummarið hjá Hagstovuni, sum ringt verður út við, er 352828.

Hagtølini um arbeiðsmegi verða gjørd í samsvar við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini eru sambærlig við tølini hjá hagstovum í øðrum londum.

Tú kanst lesa meira um kanningina her.

Kelda & mynd: hagstovan.fo 15 nov. 2024

You may also like

Leave a Comment