Home Fólk og Frítíð Jólatræið á Vaglinum tendrar 30. november

Jólatræið á Vaglinum tendrar 30. november

by Lagt út ÓML

Aftur í ár koma jólamenninir á vitjan. Við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík. Til tiltakið á Vaglinum røða Theodor Eli Dam Olsen, prestur, og Marta Guðjónsdóttir, býráðslimur í Reykjavík, og Heðin Mortensen, borgarstjóri. Eisini spælir Havnar Hornorkestur jólatónleik.

Tiltakið byrjar kl 15.30. Tá jólatræið er tendrað, verður Nissudisko fyri stórar og lítlar nissur í Pavillionini í Miðbýnum, so tað er at taka nissuhúgvuna við.

Stór jólatiltøk í desembur

Hugnaliga tiltakið, Barnajól, verður leygardagin 7. desembur í Margarinfabrikkini. Her verður nógv ymiskt kreativt á skránni. Aftaná fara jólamenninir at dansa stopp-dans við børnunum í Pavillionini.

Leygardagin 14. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við jólamonnunum. Teir gleða seg at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.

Jólamenninir koma súkklandi inn í býin sunnudagin 22. desember og Kalas spæla í Pavillioni til høvið.

Seinastu vikuna áðrenn jólaaftan er jólavika í býnum, og tá hava handlar í býnum og SMS leingi opið. Eisini verður ymiskt spennandi á skrá til bæði vaksin og børn, so sum gyklari, tónleikur, kór og sjálvandi jólamenn við karamellum.

Jólabýurin letur uppaftur

Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar. Somuleiðis vera sølubásar í Miðbýnum, har tað verður gjørligt at keypa sær ymiskt heimabakað, heimagjørt og annað gott. Vakra pavillionin í Miðbýnum verður karmur um fleiri forvitnisligar framførslur í jólamánaðinum.

Skráin yvir øll tiltøkini í desember verður kunngjørd seinni. Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.

Sí skrá her: Jól í miðbýnum

Kelda & mynd: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment