tirsdag, november 11, 2025
Home Fólk og Samfelag Tórshavnar kommuna og Dagstovn Sankta Jósefs undirskrivað avtalu

Tórshavnar kommuna og Dagstovn Sankta Jósefs undirskrivað avtalu

0 comments

Avtala er gjørd um, at kommunan yvirtekur stovnin frá 1. Mars 2025 og bindur seg til at gera ymsar umvælingar, sum partarnir eru samdir um. Eisini er avtalað, at starvsfólkini halda fram.

Tær komu til Føroya fyri 90 árum síðani fyri at hjálpa familjum, sum høvdu tørv á tí, og í juni í fjør góvust nunnurnar í Føroyum, tá Fransiskanarasystraskipanin varð tikin av. Tær hava havt kirkju, dagstovn og skúla í Havn og hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri tey mongu børnini, ið hava verið hjá nunnunum.

Kommunan hevur leingi leigað Sankta Jósefs Barnagarð frá teimum, og nú er avtala gjørd um, at kommunan yvirtekur stovnin.  

Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, Anna Rein vegna sjálvsognarstovnin Dagstovn Sankta Jósefs og Elsa Berg, borgarstjóri, skrivaðu undir.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira