7. apríl 2025
Tað frættist, at bátar fáa nógvan fisk á várróðrinum í ár.
Gýtingartíð er, og tí er meginparturin av toskinum á føroyska landgrunninum savnaður á gýtingarøkjum. Hesi økini eru, har bátarnir fiska á Norðhavinum og Vágahavinum. Tí fáa bátarnir nógvan tosk í løtuni.

Gýtingarøkini hjá toskinum á Landgrunninum eru gul á myndini; á Norðhavinum, vestan fyri Mykines og í Vágahavinum.
Grøna økið er vanliga útbreiðsluøkið hjá vaksna toskinum. Fyrstu árini veksur toskurin upp inni við land. Hetta uppvakstrarøkið er brandgult á myndini.
Hóast bátarnir fáa tosk beint nú, so er toskastovnurin á Landgrunninum lítil. Men tað ber kortini til at fáa nógva veiðu onkran ávísan dag í góðum veðri, eins og vit hava hoyrt nakrar ferðir í vár.
Samlaða veiðan frá várróðrinum vísir seg at samsvara við støddina á toskastovninum ymsu árini. Tað sæst á grafinum niðanfyri, at sveiggj upp og niður í stovnsstødd, síggjast aftur sum sveiggj í samlaðu veiðuni frá várróðrinum. Veiðan í ár er t.d. minni enn ein fjórðingur av tí, hon var í 2002. Tá var toskastovnurin eisini munandi størri.

Veiðan av toski fyri tíðarskeiðið 1. januar til 20. mars hvørt ár síðani 1997, og støddin á toskastovninum á Landgrunninum. Veiðan í 2025 er góð 2 túsund tons pr. 20. mars (Kelda: Vørn). Tað sæst, at veiðan sveiggjar í takt við støddini á toskastovninum.
Gýtingin varar vanliga einar tveir mánaðir. Tá so gýtingartíðin er liðug, spjaðist toskurin aftur og fer heimaftur hagar, hann er komin. Tá minkar fiskiskapurin vanliga. Men er toskastovnurin væl fyri, tvs. stórur og við góðari spjaðing í aldurssamanseting, ber framvegis til at halda fram við lønandi fiskiskapi.
Men toskastovnurin á Landgrunninum er ikki væl fyri í løtuni. Bæði veiða og stovnsstødd eru minkað niður í lítið og onki seinastu árini.
Ein ávís øking er kortini í veiðuni frá 2024 til 2025, og vónandi heldur hendan gongdin fram.

Veiða av toski á Landgunninum

Toskaveiðan undir Føroyum lá støðugt millum 20 túsund og 40 túsund tons í nærum eina øld (uttan undir seinna heimsbardaga). Toskaveiðan fór heilt niður um 6 túsund tons fyrst í nítiárunum, men góðir árgangir mentu stovnin skjótt aftur. Síðani 2004 hevur veiðan nærum hvørt ár verið undir 12 túsund tons, og nøkur ár heilt niðri á sama stigi, sum fyrst í nítiárunum. Hetta er nakað av tí minsta, sum hevur verið fiskað ta seinastu øldina.
Stovnsstødd og veiða av toski á Landgunninum

Stovnsstøddin hjá toski á Landgrunninum er minkað rættiliga nógv seinastu árini. Hon er nú minni enn tað, sum fyrr var vanligt at fiska upp á eitt ár.
Petur Steingrund, Fiskifrøðingur, Dr. Philos
Kelda: hav.fo 7 apríl 2025
