Home Fólk og Samfelag Partalagsfundur millum Føroyar og USA hildin í Washington D.C.

Partalagsfundur millum Føroyar og USA hildin í Washington D.C.

by Lagt út ÓML

    

Umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina hava í vikuni havt fund í Washington D.C. sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020.

Varaundiruttanríkisráðfrú í amerikanska uttanríkisráðnum, við ábyrgd av evropeiskum og evrasiatiskum viðurskiftum, Sharon Hudson-Dean, og stjórin fyri Uttanríkistænastuna, Jóannes V. Hansen, leiddu fundin, sum m.a. snúði seg um uttanríkispolitiskar raðfestingar, umframt mál av sínámillum áhuga, so sum handil, orku og nettrygd.

Serliga varð stovnsetanin av føroysku sendistovuni í Washington D.C. í september 2024 mett at vera eitt týðandi framstig í sínámillum viðurskiftunum og ein hornasteinur fyri nýggjum møguleikum í samstarvinum millum partarnar.

Kelda & Mynd: uvmr.fo 09-05-2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More