
Leygardagin skipaði Landsfelag Sløkkiliðsmanna fyri stórum tilbúgvingardegi í Müllers Pakkhúsi. Á skránni vóru m.a. framløgur, venjingar og kappingar av ymsum slag. Bergur Robert Dam Jensen, formaður í teknisku nevnd í Tórshavnar kommunu, setti dagin.
Her er brot úr røðuni:
“Hesin dagurin snýr seg um at nema sær nýggja vitan og heilsa uppá starvsfelagar. Eisini er dagurin eitt gott høvi at seta sjóneykuna á týdningin av tilbúgvingini, og hvat hon inniber. Dagurin er kanska eisini eitt gott høvi hjá okkum politikarum at gera okkum nakrar tankar um tilbúgvingina. Tilbúgvingin er ein tænasta, sum altíð skal vera klár – 24/7 allar 365 dagarnar í árinum. Viðhvørt uppstanda støður, ið eru minni vandamiklar, og aðrar tíðir eru støðurnar meira álvarsamar og standa um lív. Tit eru altíð til reiðar at hjálpa, tá vit borgarar eru mest sárbarir.
– Tit eru ein týðandi partur av okkara samfelag og okkara tryggleika. Tí er eisini neyðugt at vit politikkarar, í tøttum samskifti við tykkum í tilbúgvingini, syrgja fyri, at tit hava tað tykkum tørvar, til tess at loysa tykkara uppgávur á bestan hátt.

– Vit hava kanska lyndi til at tosa meira enn vit handla, og hug at koma við teimum smørtu loysninum, uttan heilt at kenna endamálið. Eitt dømi um hetta er, tá vit brúka drúgva tíð uppá at skifta orð um hvørt nýggju sløkkiliðsbilarnir skulu verða eldrivnir ella ei. Tá tað kom til stykkis, var el-loysnin als ikki ein møguleiki – men tað vistu tit helst longu, meðan vit kjakaðust um málið.

– Politiski álvarin skal tó ikki vera til at taka feil av, og tað er av stórum týdningi, at vit lurta eftir tykkum, tá vit skula avgera, hvørjar umstøður arbeiðast skal undir. Tað eru tit, ið eru teir veruligu serfrøðingarnir við fakligu orkuni – tað eru tit, ið kenna økið – og tað eru tit, sum vita, hvat tørvurin veruliga er.
– Her at enda vil eg leggja afturat, at vit trygt leggja okkara álit á tykkum, sum virka innan tilbúgvingina hjá okkum. Tit eru okkara tryggleiki og okkara hetjur.”


Kelda & myndir: torshavn.fo 12.05.2025
