Home Fólk og Samfelag Frávik í næmingatalinum frá komandi skúlaári í Tórshavnar kommunu

Frávik í næmingatalinum frá komandi skúlaári í Tórshavnar kommunu

0 comments

Tórshavnar kommuna hevur í fleiri umførum verið í samskifti við Barna- og útbúgvingarmálaráðið um frávik í næmingatalinum við innskrivingini í fyrsta flokk frá komandi skúlaári.

Tórshavnar kommuna hevur fingið svar frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, at umframt eyka sporið í Sankta Frans skúla, verður loyvi givið at innskriva 24 næmingar í hvønn flokk í fyrsta flokki í skúlunum hjá Tórshavnar kommunu skúlaárið 2025/2026 og 2026/2027, har tørvur og ynski er um hetta.

Tórshavnar kommuna fer fyrst í komandi viku at viðgera svarið frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum í tøttum samstarvi við partarnar.

Kelda & mynd: torshavn fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More