Home Fólk og Samfelag Betur umstøður til Sunda sløkkilið

Betur umstøður til Sunda sløkkilið

0 comments

Á býráðsfundi 23 juni hevur býráðið einmælt samtykt at taka av tilboði at byggja eina hædd oman á verandi brandstøð, og at byggja út suðureftir. Tað er HPH Smíð, ið skal standa fyri arbeiðinum.

Verandi hølisviðurskiftir hjá Sunda sløkkiliði eru ikki nøktandi. Verandi bygningur lekur illa, og inniluftin er ikki góð. Krøvini til tilbúgvingina økjast alsamast, og tørvur er somuleiðis á meira plássi. 

Við at byggja eina hædd oman á verandi bygning, so verður niðara hæddin tøtt, umframt at umstøðurnar verða munandi betur. Býráðið hevur játtað 1,5 mió. kr. til endamálið, og tað er fyritøkan HPH Smíð, ið stendur fyri arbeiðinum. 

Býráðið hevur í kvøld eisini játtað 400.000kr. til keyp av nýggjum átaksleiðarabili. 

Sostatt verða umstøðurnar hjá Sunda sløkkiliði og tilbúgvingini í kommununi munandi betraðar komandi tíðina. 

Kelda & myndir: sunda.fo 23.06.2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More