tirsdag, november 11, 2025
Home Fólk og Samfelag Fríkendur í Føroya Rætti – dømdur í landsrættinum

Fríkendur í Føroya Rætti – dømdur í landsrættinum

0 comments

Ein føroyingur í 40’unum er í dag 21 augsut 2025 dømdur í landsrættinum fyri smugling av rúsevnum. Maðurin varð fríkendur í Føroya Rætti í fjør.

Maðurin var ákærdur fyri saman við tveimum øðrum at hava lagt til rættis smugling av 168 g av MDMA til Føroya. Maðurin skuldi sambært ákæruni taka ímóti rúsevnunum í Føroyum.

Føroya Rættur metti, at tað ikki var ført prógv fyri, at hann var partur av smuglingini. Hini bæði fólkini í málinum vórðu dømd ávikavist 1 ár og 1 ár og seks mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

Ákæruvaldið kærdi frídømingina til landssrættin, sum í dag hevur funnið mannin sekan. Hann fekk 1 ár og 3 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira