Tórshavnar býráð samtykti á fundi 18. juni 2025 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havnina.
Endamálið við uppskotinum er at broyta ásetingar fyri D eindirnar (Vinnulívsendamál), soleiðis at m.a. bústaðir eisini kunnu staðsetast í økinum. Harafturat verður fylgiskjal 4 dagført, soleiðis at byggilinjan fyriheldur seg til umstøður í dag, í mun til bygningar og bryggju, samstundis sum at smogur vera tryggjaðar millum Rektaragøtu og Bryggjubakka.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 4, liggur frammi á hesari síðuni og í Snarskivuni frá 4. september 2025 til 16. oktober 2025.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 16. oktober 2025.
Tilfarið sært tú her:
- Serstøk byggisamtykt nr. 4 – D1 og D2 broytingar
- Fylgiskjal nr. 4 – broytingaruppskot
- Fylgiskjal nr. 4 – galdandi
- Kunngerð
Kelda & mynd: torshavn.fo
