tirsdag, november 11, 2025

Hýsuprísurin í botni

0 comments

Frá Fiskamarknaði Føroya verður sagt, at nógv hýsa er á altjóðamarknaðinum.

Ein av orsøkunum er, at nýtt kvotuár er byrjað í Íslandi, og hetta ger, at nógv hýsa kemur úr Íslandi á marknaðin.

Hýsan úr Føroyum, sum skuldi verið komin fram í gjár, er enn ikki komin fram, tí farmaskipið hevur fingið maskinbrek og verður í løtuni sleipað.

Í Føroyum eru ikki nógv virkir, sum framleiða hýsu, og tí er hýsumarknaðurin sera lítil. Tey virkir, sum vanliga framleiða hýsu, arbeiða nú við nógvum upsa, nú skipini rokast í upsafiskiskapi.

Frá Fiskamarknaði Føroya verður eisini sagt, at komandi tíðin verður merkt av, at tað triðja hvønn mánadag verður ein fartur færri til meginlandið, orsakað av at eitt fraktskip er til umvælingar.

Ein fiskiskipari sigur við 24FO.NEWS, at tað er sera tíðliga, at hýsuprísurin lækkar – vanliga kundi hetta hent seinni út á árið.

Hetta skrivar FMF í dag 8 september 2025

Eingin sigling mánadagin 15 sept, 6 okt, 27 okt, 17, nov, og 8 des.

Frá Faroe Ship.

Góðu viðskiftafólk,

Vit mugu tíverri fráboða, at Svartfoss – sum røkir okkara sigling úr Noregi til UK, Holland og Noreg umvegis Tórshavn, Føroyar – hevur fingið staðfest álvarsamt maskinbrek.

Hetta hevur við sær, at siglt ikki verður til og úr Føroyum triðju hvørju viku – fram til umleið hálvan desembur 2025.

Vikurnar, eingin sigling er, eru hesar:

Vika 38              Mánadagin t. 15. septembur

Vika 41              Mánadagin t. 6. oktobur

Vika 44              Mánadagin t. 27. oktobur

Vika 47              Mánadagin t. 17. novembur

Vika 50              Mánadagin t. 8. desembur

Vit harmast um hesu íkomnu støðu.

Fiskamarknaður Føroya

Kelda: fmf.fo mynd – 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira